Hetta sigur SEV frá á heimasíðu síni í morgun. Talan er um ymiskar uppgávur í avmarkað tíðarskeið:
Grønu Orkuverkini í Vestmanna – arbeiðsfólk alla summarfrítíðina.
Okkum tørvar 6 ungdómar til arbeiði, ið umfatar at viðlíkahalda og reinsa inntøk til tunlarnar sum føra til Eiðisverkið og annað fyrifallandi arbeiði. Umsøkjarar skulu helst vera frá 17 ár og uppeftir, og gott um umsøkjararnir hava koyrikort til persónbil, men tað er ongin treyt. Uppmøtingarstaður verður Fossáverkið ella Sundalagið.
Sundsverkið – maskinmeistaralesandi og arbeiðsfólk alla summarfrítíðina.
Søkt verður eftir tveimum maskinmeistaralesandi, helst við handverkaraútbúgving, til fyrifallandi arbeiði. Eisini er tørvur á tveimum ungum fólkum, ið helst eru minst 18 ár og hava koyrikort, til fyrifallandi arbeiði og vasking.
Rakstrardeildin Suðuroy– arbeiðsfólk frá umleið 1. juli til 15. august.
Søkt verður eftir tveimum fólkum til ymiskt fyrifallandi arbeiði so sum at mála og taka linjur niður.
Uppmøtingarstaður verður á Oyrunum í Vági.
Tórshavn – starvsfólk til kundatænastuna/skuldarbókhaldið frá umleið 6. juni til 27. juli.
Okkum tørvar ein persón, ið er fyrikomandi, tá viðskiftafólk okkara koma á gátt, ringja ella senda fyrispurningar umvegis teldupost. Viðkomandi skal eisini hjálpa til í skuldarbókhaldinum, ið er partur av móttøkuni á Landavegnum. Ynskiligt er, at umsøkjarin er undir viðkomandi lesnaði, eitt nú búskaparfrøði, HA ella líknandi.
Tórshavn – starvsfólk til Samskifti í tíðarskeiðnum frá 1. juli til 1. september.
Søkt verður eftir eldhugaðum fólki at taka sær av samskiftisuppgávum í summar. Uppgávurnar eru m.a. at dagføra heimasíðu og aðrar samskiftispallar, samstarva um samskiftisuppgávur við aðrar deildir hjá SEV, umframt annað samskiftisarbeiði. Ynskiligt er, at umsøkjarin er undir viðkomandi lesnaði.
Talan er um ymiskar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvørjum av størvunum, tú ert áhugað/ur í.
SEV skrivar m.a.: -Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið. Sjálvandi ert tú arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um. Eisini leggja vit dent á, at tú dugur væl at ansa eftir tær sjálvari/um og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – hjá øllum starvsfólkum okkara.
Summarstørvini eru tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknarfreistin er mánadagin 22. mai 2023.
Viðmerk "summarstarv" og hvat starv talan er um, og send umsóknina til: [email protected]
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 180 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi.. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald