Uttanlands

Síðsta útkall: Lagnan hjá bretskari oljuvinnu avgjørd í næstum

-Bretska stjórnin má vera ærlig um orkutørvin í Bretlandi í svari sínum til almennu hoyringina um Rosebank-oljuleiðina, sigur David Whitehouse, stjóri í Offshore Energies UK.

Føroyar hava longu verið partur av Rosebank útbyggingini við markið, tá hetta rørleiðingsskipið legði gassrør á havbotnin og bunkraði á Hulki. Mynd Hans Anders Jacobsen.

Føroyar hava longu verið partur av Rosebank útbyggingini við markið, tá hetta rørleiðingsskipið legði gassrør á havbotnin og bunkraði á Hulki. Mynd Hans Anders Jacobsen.

2026-08-17 14:00 Author image
Jan Müller
placeholder

-Komandi svarið hjá bretsku stjórnini til almennu hoyringina um framtíðina hjá eitt nú oljuleiðini, Rosebank við føroyska markið, sum endar í dag, fer at seta kósina fyri orkuframtíðina  hjá Bretlandi og leiðina fram móti nettonullútláti. Tað er avgerandi, at orkukeldur í Bretlandi verða raðfestar fram um innflutning á leiðini móti nettonullútláti. Hetta sigur meginfelagið hjá bretskari orkuvinnu, OEUK, nú freistin at luttaka í hoyring um oljukelduna Rosebank við føroyska markið gongur út.

[object Object]

David Whitehouse, sum stendur á odda fyri OEUK, størsta vinnufelagið í bretsku orkuvinnuni, sigur:

"Óvanligar hitabylgjur minna okkum á, at veðurlagsbroytingar ikki eru ein hóttan í framtíðini, men ein veruleiki í dag. Bretland hevur tørv á bæði skjótleika og einum veruleikakendum framtíðar orkupolitikki. Tað merkir at seta ferð á varandi orkukeldur, men eisini at vera ærlig um verandi orkuskipan.

Veruleikin er, at olja og gass framvegis standa fyri umleið 75% av orkunýtsluni í Bretlandi og halda bilunum koyrandi, flogførunum á flogi, húsunum heitum og vinnuni í gongd.

[object Object]Fleiri stórar olju- og gasskeldur eru funnar eystan fyri føroyska markið. Koma tær í framleiðslu verður tað týðandi partur av hesum lutvíst nýggja orkulandslutinum á Atlantsmótinum. 

Um vit ikki framleiða okkara egnu olju og gassið her heima við lægri útláti undir einum av strangast reguleraðu skipanunum í heiminum, hvørvur eftirspurningurin ikki. Tað merkir bara meira innflutta olju og gass – ofta við størri kolevnisútláti – meðan fleiri arbeiðspláss, skattainntøkur og vinnulig virði verða flutt uttanlands.  

Kolevnisútlátið, sum er knýtt at framleiðsluháttunum, ið verða brúktir á Rosebank, verður umleið tríggjar ferðir lægri enn miðaltalið fyri olju og gass, sum verður tikið upp aðrastaðni í heiminum.

Ein jalig avgerð um Rosebank hevði eisini sent íleggjarum eitt týdningarmikið tekin um, at Bretland framvegis er eitt álítandi stað at menna orkuverkætlanir, sum kunnu stuðla undir búskaparligan vøkstur, tryggleika í orkuveitingini og minkandi útlát", sigur stjórin í sjálvum meginfelagnum hjá orkufyritøkum í Bretlandi, OEUK.  

[object Object]David Whitehouse, stjóri í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni. 

Rosebank størsta verkætlanin

Rosebank er størsta nýggja orkuverkætlanin í Bretlandi. Hon fer at standa fyri umleið 10% av bretsku framleiðsluni av ráolju næstu tíggju árini og umleið 4% av bretsku innlendis gassveitingini.

Verkætlanin umboðar umleið 8,7 milliardir pund í privatum íløgum og væntast at skapa virði fyri 24,3 milliardir pund í bretska búskapinum. Hon fer at stuðla upp undir meira enn 2.600 arbeiðspláss í menningartíðini og varðveita fleiri hundrað arbeiðspláss gjøgnum 25 ára livitíð sína.

[object Object]Framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank ligggur nú og ger klárt at taka ímóti fyrstu oljuni á Rosebank kelduni væntandi tíðliga í 2027 - um so er at bretska stjórnin gevur endaliga loyvið.

Í tíðindaskrivi, sum OEUK hevur sent út í morgun og sum er endurgivið í so gott sum øllum bretskum miðlum longu, verður víst á, at besta úrslitið av hoyringini um tær báðar keldurnar, hevði verið ein jalig og skjót avgerð, sum loyvir Rosebank at halda fram undir einari sterkari eftirlits- og reguleringsskipan, við strangum umhvørviseftirliti og viðurkenning av framhaldandi leiklutinum hjá innlendskari olju- og gassframleiðslu í skiftinum til størri nýtslu av varandi orku.

Ein skjótari minking í innlendskari olju- og gassframleiðslu er longu í gongd, hóast góðar goymslur eru tøkar. Árligi innflutningurin av gassi úr USA, sum hevur eitt kolevnisútlát, ið kann vera upp í fýra ferðir hægri, er vaksin munandi. Henda vaksandi treytin á innflutningi merkir størri kolevnisútlát og avleiðandi skaða fyri aðrar vinnugreinar, millum annað evnavinnu, sementsframleiðslu og tøðframleiðslu, sum eru bundnar at tryggum veitingum av orku og øðrum ráevnum skrivar OEUK, Offshore Energies UK m.a. FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur er atlimur í felagnum. 

Offshore Energies UK er leiðandi vinnufelagið fyri bretsku havriknu  orkuvinnuna. Limaskarin telur meira enn 400 feløg og stovnar, sum hava áhuga í  olju, gassi, fangan og -goymslu av kolvetnisútláti, vetni og havvindorku. Í samstarvi við limir sínar er felagið ein drívmegi í arbeiðinum at tryggja Bretlandi orkuveitingartrygd, samstundis sum stuðlað verður undir málini um nettonullútlát.

Bretskir miðlar gera nógv burtur úr Rosebank, nú freistin at vera partur á hoyringini endar á midnátt. Financial Times heldur málið snýr seg um lív og deyð fyri bretska oljuvinnu, og at bretski forsætisráðharrin Burnham hevur eina sera torføra avgerð, nú hetta er eitt stríð millum orkuvinnuna og umhvørvisfólk og felagsskapir. 

Blaðið skrivar frá keldum, at tað tó er sannlíkt, at Burnham fer at fylgja sínum egnu orðum um eina pragmatiska loysn og halda lyftið um, at loyvi, sum vóru latin, áðrenn víðgongdi orkuráðharrin Ed Miliband setti bann móti nýggjari leiting, ikki kunnu takast aftur. 

[object Object]Boripallurin Deepsea Atlantic, sum í løtuni borar fleiri avmarkingarbrunnar á Rosebank kelduni. 

Keldur: OEUK, Energy Voice, The Financial Times, Shetland News og Sky News. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder