Í morgun klokkan 8 kom Eldborg hjá Skansareiðaríinum á Havnina. Hetta er næsta av teimum fimm Skansaskipunum, sum kemur til Føroya fyri at skifta manning. Enn eitt av frálandsskipunum kom klokkan 9.30. Og so koma hini seinastu í vikuni. Kongsborg var fyrsta av skipunum, sum kom til Føroya í gjár.
Hetta er fyrstu ferð skipini koma til Føroya, síðani tey vórðu bygd fyri umleið 10 árum síðani tó við einum undantaki. Sjóborg var í Føroyum í 2014 í sambandi við sáttmála við Statoil, tá West Hercules boraði her.
Koronasmittan ger, at leiðslan í Skansi hevur avgjørt at taka skipini heim, heldur enn at lata manningarnar fara við flogfari, nú vandi er fyri at verða smittaður. Eingin er sloppin umborð ella í land á skipunum nú í longri tíð, og tað ger, at manningarnar sleppa undan at fara í sóttarhald, nú tær koma til Føroya. Tað hava tær longu verið nú í fleiri vikur.
Jógvan Emil Nielsen, fíggjarstjóri og Jens Meinhard Rasmussen, stjóri vóru teir einastu á Vestaru bryggju og tóku ímóti Eldborg
Tað var tómligt á bryggjuni, tá Eldborg legði at í morgun orsakað av koronasmittuni. Leiðslan í felagnum var kortini á staðnum fyri at heilsa manningini á Eldborg.
Loksins heima aftur hjá síni kæru.
Myndir Jan Müller/oljan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald