Innanlands

Sofus fekk grindaknív frá SEV

Sum siður hevur verið seinastu árini letur SEV 1. virðisløn til maskinmeistaran við besta próvtalinum. Í ár fekk Sofus Bech 1. virðisløn, ið er grindaknívur, sum Peter Hansen hevur latið úr hondum.

Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, handar Sofusi Bech grindaknív frá SEV fyri besta úrslitið til próvtøkuna sum maskinmeistari

Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, handar Sofusi Bech grindaknív frá SEV fyri besta úrslitið til próvtøkuna sum maskinmeistari

2023-06-23 16:21 Author image
Jan Müller
placeholder



Sofus fekk grindaknívin

Prógvhandan hevur verið á Vinnuháskúlanum. Maskinmeistarar, maskinistar, skiparar og skipsførarar fingu prógv handað fyri loknan lestur.


Sum siður hevur verið seinastu árini letur SEV 1. virðisløn til maskinmeistaran við besta próvtalinum. Í ár fekk Sofus Bech 1. virðisløn, ið er grindaknívur, sum Peter Hansen hevur latið úr hondum.


Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, handar Sofusi Bech grindaknív frá SEV

Tað var Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, sum vegna SEV handaði Sofusi snotuliga grindaknívin. Sofus fekk eisini ídnisvirðislønina, sum er ur frá A.P. Møller.


Nýklæktu maskinmeistararnir eru:

Árni Brandsson Petersen, Jógvan Jóhannesson, Pól Ejdesgaard Fláaberg, Ólavur Kristiansen, Teitur Debess Olsen, Georg Jacobsen, Hákun Bláberg, Hákun Hofgaard, Hjalti Vestergaard og Sofus Bech.

SEV ynskir  øllum nýklæktu maskinmeistarunum, maskinistunum, skiparunum og skipsførarunum hjartaliga tillukku og blíðan byr.


Kelda: sev.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder