Uttanlands

Søguligt  oljuskip eystan fyri Føroyar gevst við framleiðsluni

Framleiðslu- og goymsluskipið “Petrojarl Foinaven” verður skjótt lagt eftir trúgva tænastu í fjórðings øld

Oljuskipið

Oljuskipið "Petrojarl Foinaven" hevur í samfull 25 ár tikið ímóti oljuni frá oljukelduni Foinaven, sum liggur tætt við føroyska markið.

2021-04-19 17:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuskipið “Petroljarl Foinaven” reisti ein varða, tá tað fór undir fyrstu oljuframleiðsluna vestan fyri Hetland fyri 25 árum síðani, og samtíðis birti uppundir áhugan fyri føroysku undirgrundini.  Ì næstu framtíð  verður hetta søguliga oljuskipið lagt vegna høga aldurin og trygdina.

[object Object]

Forsíðan í The Times varð ruddað fyri at geva pláss fyri fyrstu oljuútbyggingini á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar í 1997.

Bretska oljufelagið BP hevur nevniliga gjørt av at taka søguliga framleiðsluskipið Petrojarl Foinaven úr arbeiðinum á Foinaven oljukelduni eystan fyri føroyska markið, nú rivur eru funnar í skrokkinum, og tí verður skipið av trygdarávum lagt í komandi ári.

Stóð fyri allarfyrstu framleiðsluni á Atlantsmótinum

Petroljarl Foinaven fór sum tað fyrsta undir oljuframleiðslu vestan fyri Hetland í 1997. Hetta var bert 2-3 ár, eftir at myndugleikarnir høvdu givið útbygging grønt ljós og sjey ár, eftir at keldan varð funnin.

Henda fyrsta og harvið søguliga oljuframleiðsla byrjaði um  sama mundið sum altjóða oljufeløg av álvara gjørdu seg klár til at leita eftir olju og gassi í føroyska grannalagnum.  

[object Object]

Teistin varð fyrsta skipið, sum í 1991 uppdagaði forvitnisliga gestin, boripallin Ocean Alliance, tá hesin boraði eftir olju og gassi skamt frá føroyska markinum. Árið eftir sóu tey á brúnni á Smyrli gassloga á sama palli, sum var prógv um, at oljufelagið BP hevði gjørt eitt stórt oljufund í einum spildurnýggjum øki vestan fyri Hetland. Hetta var byrjanin til oljuævintýrið á Atlantsmótinum og eisini byrjanin til føroysku oljutilgongdina. 

Tey, sum hava fylgt við í føroysku oljusøguni, minnast stórtíðindini, tá manningin á brúnni á Smyrli  í rutusigling síni millum Føroyar og Skotland í 1992, fekk eygað á ein gassloga umborð á boripallinum “Ocean Alliance” og harvið vóru vitni til, at eitt stórt oljufund varð gjørt skamt frá føroyska markinum.

Foinaven oljukeldan var eisini ein høvuðusorsøkin til, at oljufeløg fingu eyguni upp fyri føroysku undirgrundini. Tað vakti nevniliga stóran ans í oljuheiminum, tá henda fyrsta oljukeldan á djúpum vatni á bretska landgrunninum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar varð funnin. Hon varð í veruleikanum skumpið, sum skuldi til fyri at fara undir oljuframleiðslu vestan fyri Hetland, eisini nevnt Atlantsmótið og sum setti gongd á eina miðvísa oljuleiting í øllum hesum nýggja og stóra økinum fyri vestan. Frammanundan varð olja og gass avmarkað til Norðsjógvin. Nú gekk leiðin longur vestur í hav út á djúpt vatn og brádligu komu Føroyar undir sjóneykuna.  Nú keldan lá so tætt upp at føroyska markinum, varð tað hildið sannlíkt, at tað fór at bera til at finna Foinaven líknandi oljukeldur føroysku megin markið eisini. Ta søguna skulu vit lata liggja her. Í dag er økið nærhendis Foinaven eitt tað mest lovandi olju- og gassøkið í Bretlandi. Og gongdin seinastu árini hevur hevur prógvað, at olja og gass í stórum nøgdum finnast framvið føroyska markinum.

[object Object]

200 mió. tunnur av olju í undirgrundini

BP sigur í eini viðmerking, at felagið nú fer at hyggja at øðrum møguleikum fyri at kunna halda fram við framleiðsluni, nú Petrojarl Foinaven í næsta ár setir kósina móti landi aftur. Mett verður at 200 mió. tunnur av olju framvegis eru í goymslunum í undirgrundini. Higartil eru framleiddar 390 mió. tunnur úr kelduni.

Høvuðsorsøkin til at oljuskipið skjótt verður tikið úr framleiðsluni er trygdin og aldurin á skipinum. Tað kann eftir øllum at døma ikki loysa seg at umvæla skipið, nú kanningar vísa rivur í skrokkinum. Tá hugsað verður um balduta veðrið vestan fyri Hetland er als eingin ivi um, at tíðin er komin til at leggja skipið. Annars hevur møguleikin fyri at umvæla og halda áfram við skipinum fram til 2025 verið umrøddur.  Tann ætlanin er tó slept, nú BP nú um dagarnar hevur tikið endaligu avgerðina um at taka skipið úr framleiðsluni í 2022. Umborð arbeiða 90 fólk. Aftrat hesum koma so mong onnur, sum starvast á landi.

[object Object]

Eftir Foinaven komu fleiri aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum so sum Schiehallion, Clair og  Clair Ridge, sum tilsamans standa fyri størsta partinum av kolvetnisframleiðsluni á bretska landgrunninum. 

Foinaven byrjanin til oljuævintýrið vestan fyri Hetland

BP stjórin fyri Norðsjógvin, Emeka Emembolu, sigur, at Petrojarl Foinaven hevur verið eitt ikon í oljuhøpi og ein varði fyri troytan av oljuni á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar. Foinaven oljufeltið, sum ikki minst varð tað, sum setti vónir til oljufund í føroysku undirgrundini, var byrjanin til oljuævintýrið vestan fyri Hetland. Eftir tað komu oljukeldurnar Schiehallion og Clair, sum í dag eru mest týðandi framleiðslurnar á bretska landgrunninum.

Tað er enn óvist, hvat fer at henda við Foinaven oljukelduni, tá Petrojarl Foinaven setir kós móti  landi aftur í næsta ár, antin tað so verður ein onnur FSPO loysn ella ein heilt onnur loysn. Í undirgrundini tætt við føroyska markið liggja so einar 200 mió. tunnur og bíða.

[object Object]

Framleiðslu- og goymsluskipið, FPSO, saman við øllum útbúnaðinum á havbotninum, sum hevur tryggjað støðuga oljuframleiðslu á Foinaven kelduni í 25 ár higartil. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder