Sambært BBC hevur Iran gjørt av at lata uppaftur Hormuzsundið. Orsøkin sigur iranski uttanríkisráðharrin er vápnahvíldin í Libanon millum Ísrael og Libanon. Hon kom í gildi í gjár og varir í 10 dagar. Trump váttar, at handilsskip kunnu sigla aftur gjøgnum sundið men sigur í viðmerking, at USA hevur lagt trýst á Ísrael at steðga álopunum í Libanon. Hann vísir tó á, at soleingi Iran ikki gongur amerikonsku krøvunum á møti fara havnir í Iran framhaldandi at vera stongdar.
Tað ljóðar annars, at Iran skal vera gingið við til fleiri av amerikonsku krøvunum eitt nú at binda seg til ikki at framleiða kjarnorkuvápn í 20 ár og at vilja lata frá sær ríkað uran. Hesi tíðindi eru ikki váttað enn.
Tíðindini um at týðandi oljusundið er latið uppaftur hevur fingið oljuprísin at kava niður á 86 dollarar fyri tunnuna ella við 12%.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald