Innanlands

Stóran týdning at elframleiðslan úr varandi orkukeldum økist

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við at fáa sett meira ferð á grøna orkuskiftið, samstundis sum atlit verða tikin til elkostnað og veitingartrygd.

Vindmylnulundirnar við Oyggjarvegin. Mynd Jan Müller

Vindmylnulundirnar við Oyggjarvegin. Mynd Jan Müller

2024-02-02 12:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur felagið yvirskipað í hoyringssvari til uppskot hjá landsstýrisnum at gera broytingar í elveitingarlógini.

Felagið sigur, at fyri føroyska samfelagið og fyri føroyska vinnu hevur tað stóran týdning at elframleiðslan úr varandi orkukeldum økist, samstundis sum elprísirnir gera tað lokkandi hjá fyritøkum at leggja sínar skipanir um til elriknar skipanir.

Felagið sigur víðari í svarinum: 

"Tað eru fyritøkur, sum hava víst áhuga at framleiða streym til egna nýtslu, og at selja tað, sum loypir av, inn á netið hjá SEV. Fyrimunurin við hesum er, at privatur kapitalur tá er við til at økja um elframleiðsluna úr varandi orkukeldum. Hetta fær grøna orkuskiftið at ganga skjótari, samstundis sum tað minkar um kapitaltørvin hjá SEV til nýggj framleiðsluverk.

Higartil hava treytirnar verið so, at fyritøkur hava selt alla framleiðsluna frá egnum verkum inn á netið hjá SEV, og so keypa aftur streymin frá SEV til ein nógv hægri prís. Hetta hevur minkað um áhugan at gera slíkar íløgur. Tí er tað at fegnast um, at tað nú verður gjørligt hjá fyritøkunum at brúka egna framleiðslu, og bara selja avlopsorkuna inn á netið hjá SEV.

Sum nakað nýtt verður skotið upp at regulera fjarhita í lógini. Uttan at taka støðu til um hetta økið best liggur í hesari lógini ella í aðrari lóg, tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag tó undir við, at fjarhitaøkið verður regulerað, og skal eisini vísa á týdningin av, at tað í sambandi við fjarhitaútbyggingar verður kannað og grundgivið fyri, at fjarhiti loysir seg betri enn aðrir møguleikar at goyma og flyta orku.

At hava eina prísskipan við skiftandi prísi er jaligt, um skipanin í síðsta enda tryggjar ein lægri elkostnað. Vit hava longu ein sera høgan elkostnað í Føroyum, sum ger tað verri hjá føroyskum fyritøkum at fara undir orkutungar verkætlanir í kapping við útlendskar fyritøkur, har okkara kappingarneytar oftast hava ein lægri elprís.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað verða jaligt, at privatfólk og fyritøkur verða eggjað til at nýta el, tá nógv avlopsorka er tøk, við at bjóða fram ein lægri elprís í hesum tíðarskeiðum. Hjá pørtum av vinnuni fer tað at bera til at umleggja part av forbrúkinum til tíðarskeið, har avlopsorkan er størri og elprísurin lægri. Tó átti tað harumframt eisini at verið umhugsað at haft ein lægri prís um náttina enn um dagin, fyri at eggja til at javna nýtsluna meira út á alt døgnið. Tað hevði kunnað minkað uppaftur meira um tørvin á útbyggingum av framleiðsluverkjum. Hjá summum fyritøkum er tað neyðugt við størri forútsigiligheit fyri, at tað skal loysa seg ella bera til at umleggja nýtsluna til tíðir, har tað vanliga er lítil nýtsla.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skal tó eisini vísa á, at tað ikki eru allar fyritøkur, sum hava møguleika fyri at differentiera orkunýtsluna eftir nær avlopsorka er tøk. Tí er tað eisini umráðandi, at miðal elprísurin er so lágur sum til ber, hetta fyri at tryggja kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum.

Tað eru í dag gjøld á elveitingarøkinum, sum virka forðandi fyri at leggja um til eina meira burðardygga framleiðslu og nýtslu. Í hesum sambandi mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at hugt verður nærri eftir tiltøkugjøldunum og íbindingargjøldunum. Nevnast kann, at vit hava sæð dømi um, at íbindingargjøldini eru størri enn íløgukostnaðurin av nýggjum elriknum maskinum, og hetta minkar um áhugan at leggja um til elriknar skipanir", sigur felagið m.a. í sínum hoyringssvari til broytingar í elveitingarlógini. 

Kelda: industry.fo




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder