Tað vóru flokkarnir SV, Reytt, MDG og Pasientfokus, sum høvdu lagt uppskot fram um heilt at steðga framtíðar oljuleiting á norska landgrunninum. Tá ovtornaði atkvøddu 19 fyri uppskotinum og 81 ímóti. Flokkarnir, sum vórðu ímóti, vóru Ap, Høyre, Frp, Sp og Krf. Eftir viðgerðina helt tingmaðurin Ole André Myhrvold frá Senterflokkinum fyri, at uppskotið í veruleikanum snúði seg um at steðga norsku oljuvinnuni. Hesum vístu umboð fyri andstøðuna avgjørt aftur.
Undir viðgerðini av uppskotinum fingu báðir partar høvi at siga sína hugsan um bæði leiting, veðurlagsbroytingar og oljuvinnuna sum heild. Ja til leiting flokkarnir førdu fram, at tað hevði havt vanlukkuligar avleiðingar fyri nógv pláss á norsku strondini, um leitingin steðgaði nú. Mong túsundtals arbeiðspláss í vinnuni eru tengd at nýggjari leiting.
Eisini varð víst á, at skal norska oljuvirksemið minka, so verða tað bara onnur lond, sum átaka sær framleiðsluna ístaðin. Nei flokkarnir vístu harafturímóti á, at tað er nokk til av olju og gassi longu, og at tað nýtist ikki at leita meira. Víst varð á Paríssáttmálan og áheitanina frá ST aðalskrivarnum um at gevast við allari nýggjari leiting kring heimin. Her var svarið, at heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong mong ár aftrat.
At hildið verður fram við leitingini á norska landgrunninum fer eisini at merkjast hjá fleiri føroyskum fyritøkum, sum eru virknar í frálandsvinnuni, eitt nú Thor í Hósvík og Skansi í Havn umframt hjá fyritøkum, sum leiga út føroyingar at arbeiða í norsku vinnuni, Pam Offshore og Faroe Offshore.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald