Innanlands

Streymurin fór í parti av Havnini

Dalavegurin, Dungagøta og Lauritsargøta høvdu onga streymveiting eina løtu í kvøld

2023-12-17 22:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl 23.30. Brekið er rættað og streymurin er aftur.

--

Har ein skriða er lopin er onnur væntandi. Tvey streymslit vóru um alt meginøkið fríggjadagin, og í kvøld eru aftur nøkur, sum ikki hava streym

Sev upplýsir, at streymslit er á Dalavegnum, í Dungagøtu og í Lauritsargøtu í Havn.

Arbeitt verður við at finna og rætta brekið sum skjótast.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder