Innanlands

Vinnan eigur at fáa størri lut í framleiðsluni av varandi orku

-Okkum tørvar eitt sakligt orðaskifti um trupulleikarnar við at fáa glið og gongd á tað grøna orkuskiftið, hvør skal koma við íløgunum, hvør skal taka váðan, hvør uppgávan skal vera hjá vinnuni osfr..

Súsanna Berg, orkuráðgevi hjá Vinnuhúsinum: -Vinnan partur av orkuloysnini

Súsanna Berg, orkuráðgevi hjá Vinnuhúsinum: -Vinnan partur av orkuloysnini

2026-10-26 16:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta gjørdi ein av fyrilestrarhaldarunum á stóru grønu ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, Súsanna Berg, orkuráðgevi í Vinnuhúsinum, týðuliga greitt, tá hon fekk orðið millum tey fyrstu av ikki minni enn 20 framløgum kring grøna orkuskiftið.

Hennara boð uppá at fáa glið og gongd á grøna orkuskiftið var at geva vinnuni ein nógv størri leiklut í framleiðsluni av varandi orku. Gera  karmarnar soleiðis, at vinnan kann taka lut og soleiðis, at tað kann gagna øllum í tí føroyska samfelagnum. Tað var partur av hennara boðskapi, sum vit fara at hyggja nærri at í hesi greinini.   

Súsanna Berg umrøddi í síni framløgu leiklutin hjá Vinnuhúsinum í grøna orkuskiftinum. Hon vísti fyrst á, hvussu geopolitiskir spenningar við m.a. kríggi eru orsøkin til, at oljuprísirnir verða trýstir upp í loft.  

-Hetta er sera óheppið fyri okkum øll men ikki minst fyri tær fyritøkur, sum arbeiða við langtíðarætlanum og vilja leggja sítt virksemi til rættis. At tú ikki kanst vita, hvat orkan kostar um eina viku ella eitt ár er sera óheppið, tá tú arbeiðir við langtíðarætlanum.

[object Object]

Føroyar góðar fortreytir at framleiða egna grøna orku 

Súsanna Berg vísti á, at vit í Føroyum hava sera góðar fortreytir at framleiða okkara egnu grønu orku í Føroyum og segði, at  vit kunnu øll vera samd um, at tað ongantið hevur givið betri meining enn nú at framleiða okkara egnu grønu orku her á landi og sjógvi.  

-Tað hevði ikki bara givið okkum betri veitingartrygd. Tað hevði eisini givið okkum størri forútsigiligheit um okkara orkuprísir og givið okkum eina fatan av orkuprísi langt fram í tíðina. Tað hevði verið sera gott fyri vinnuna, tí vit kappast móti fyritøkum úti í heimi, sum hava nógv bíligari orku enn vit og eisini meira grøna orku, og hon helt fyri, at tað er týdningarmikið, at orkan verður framleidd við varandi orkukeldum.

Tørvur á effektivum og vælskipaður orkuskifti

Hon vísti á, at útlendski marknaðurin  leggur eisini stórt trýst á fyritøkur í sambandi við burðardygd. -Høvuðsboðskapurin í dag er,  at vit mugu fara undir eitt effektivt og vælskipað orkuskifti, ið tryggjar okkum bíliga, trygga og eisini varandi orku. 

Súsanna Berg vísti á, at um vit  fara aftur í tið og hyggja at prísi og útláti, tá siggja vit, at elprísurin bara hækkar og hækkar. Fyri 20 árum síðani hevði ídnaðurin ein prís uppá 64 oyru fyri kilowatt-tíman, men í dag er hann 1,74 kr. tvs. at hann er meira enn trýfaldaður og legði hon aftrat: -Eg skilji, at vit kunnu vænta okkum ein uppaftur hægri prís komandi árini. 

Orkuráðgevin hjá Vinnuhúsinum helt fyri, at føroyskar fyritøkur kappast ikki móti føroyskum fyritøkum. -Vit kappast móti fyritøkum í útheimi, og hyggja vit eftir elprísinum í Evropa og samanbera við hann í Føroyum, so liggja føroyskar fyritøkur við avmarkaðari framleiðslu á einum 8. plássi. Myndin broytist tess størri orkubrúkarin verður, og tá liggja vit á einum fyrsta plássi. Vit hava sostatt tann dýrasta streymin  í Evropa. Tað merkir, at okkara fyritøkur, tá kappast skal uppá prís, liggja á einum elprísi, sum er nógv hægri enn tær fyritøkur vit kappast við í útlandinum. Og hetta er avgjørt ikki gott fyri okkara kappingarføri. 


Hægsta CO2 útlát

Føroyar liggja ikki bert hægst við elprísi. Vit liggja eisini nógv hægst í Evropa við CO2 útláti. So eisini her standa føroyskar fyritøkur seg verri í kappingini við tær útlendsku. 

Hví eru vit so endað her, tá vit hava so ómetaliga góðar fortreytir fyri varandi orku í Føroyum, spurdi Súsanna Berg og helt fram: -Vit liggja mitt úti í Atlantshavi og hava ómetaliga nógvan vind. Tøknin manglar heldur ikki. Men vit fáa tað bara ikki at rigga. Vit brúka meira og meira streym. Vit settu okkum super ambitiøs mál í 2015. Vit skuldu vera 100% við grønum streymi  í 2030. Vit vunnu prísir, men í dag ásanna vit, at vit hava framvegis bara 51% grønan streym. Og sannleikin í dag er tann, at vit stríðast við at halda okkum á hesum støðinum á góð 50%. Tí tað koma ongar vindmyllur upp, og tí endar tað kanska við, at vit í 2030, tá vit skuldu vera 100% grøn, fara at enda niðri á 40%, og tað er sera álvarsamt.

[object Object]

Uppgávan er risastór

Súsanna Berg vísti á, at uppgávan hjá okkum er risastór. Orkuskiftið er sera dýrt, og vit hava tørv á, at tað er vælskipað.

-Tá vit síggja, hvussu nógv tað fer at kosta, so síggja vit, at vinnan eisini má vera partur av skiftinum. Vinnan hevur meldað út ferð eftir ferð, at vit vilja vera partur av loysnini. Vinnan vil sleppa at luttaka í orkuskiftinum, Hyggj vit so eftir, hvør brúkar orkuna í Føroyum, so eigur vinnan upp móti 80% av orkunýtsluni á landi og 90% á sjónum. Politiskt vil man hava eitt orkuskifti, man vil hava bíligari orku við at framleiða úr varandi orku heldur enn úr olju.  Vit vilja øll tað sama men koma ikki víðari.

-Hvat skal so til fyri at koma víðari og lyfta hesa uppgávuna spurdi orkuráðgevin hjá Vinnuhúsinum og svaraði:  -Fyri tað fyrsta hevur tað alstóran týdning politiskt, at vit leggja dent á framleiðsluna av varandi orku. Vit hava hoyrt nógv um tey síðstu árini, hvussu vit fáa privat at leggja um. Vit mugu hava nógv meira fokus á framleiðsluna, tí tað er har vit eru eftirbátur. I samtykta veðurlags- og orkupolitikkinum eru 25 átøk, men  tað eru bara sjey,  sum snúgva seg um framleiðsluna. Restin snýr seg um at leggja um frá oljufýringum oø. Vit hava nú brúk fyri eini politiskari raðfesting. Vit hava eisini brúk fyri at handla nógv skjótari. Tað er ikki tøknin,sum er avbjóðingjn, tað er loyvisgerðin.

Eiga at arbeiða skjótari og á fleiri mótum samtíðis

Hyggur man so eftir vindmylnu verkætlanum, so tekur tað frá tí at verkætlanin liggur a borðinum til hon fer í gongd 8 til 12 ár. Tað er alt alt ov leingi. Vit skulu kanna vindviðurskifti, umhvørvið ol. og tað tekur 2-3 ár at gera tær kanningarnar. Men vit hava ikki brúk fyri, at hvør verkætlan tekur 12 ár. Tað eiga vit at gera nógv skjótari. Vit mugu fara at arbeiða á fleiri mótum samtíðis. Vit koma ongantíð á mál við hesi gongdini. Vilja vit hava prísin niður,  so mugu vit keypa inn í stórum, tí tað er so stórur munur á, hvat tú fær fyri pengarnar, antin tú keypir 5 ella 50 vindmyllur. Vit mugu til at arbeiða paralelt, so koma vit at flyta okkum nógv skjótari. 

Mitt síðsta boð uppá leiklutin hjá vinnuni í grøna orkuskiftinum er, at vinnan eigur at fáa ein nógv størri lut í framleiðsluni av varandi orku. Gerið karmarnar soleiðis, at vinnan kann taka lut og soleiðis, at tað kann gagna øllum í tí føroyska samfelagnum. 

Glið og gongd á grøna skiftið

Súsanna Berg segði at enda, at okkum tørvar eitt sakligt orðaskifti um trupulleikarnar við at fáa glið og gongd á tað grøna orkuskiftið, hvør skal koma við íløgunum, hvør skal taka váðan osfr.

-Vit siggja, at við at halda fram við tí skipan, sum er nú, so fær vinnan ein hægri elprís og tað fær tann privati brúkarin eisini. Hvar kunnu vit møtast er ein spurningur um samstarv og dialog, og orkuráðgevin endaði við orðunum:  

-Tað er álvarsamt, at vit hava so stórt útlát og so høgar prísir, og tað er eisini ein trupulleiki fyri okkara image sum land.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder