Innanlands

Stuðul til alternativar grønar orkuverkætlanir

Til ber nú at søkja um stuðul til verkætlanir, sum snúgva seg um alternativar grønar orkumøguleikar.

2023-08-24 16:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta ger Umhvørvismálaráðið greitt á síni heimasíðu.

Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at alternativum grønum orkumøguleikum. Tí fáa kommunur, felagsskapir og privat feløg møguleikan at fremja verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.

[object Object]

Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum.


Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir.

1,8 mió. kr. eru játtaðar til endamálið.

Reglugerðin liggur á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur játtanina.

Umsóknirnar skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 1. oktobur 2023.

Kelda: Umhvørvismálaráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder