Pálshøll í Vági hevur verið stongd seinastu dagarnar. Orsøkin skal finnast í, at svimjihøllin er tengd at ókeypis avlopshita frá nærmasta grannanum, SEV-verkinum í Vági.
Men motarnir hjá SEV hava verið sløktir seinastu tíðina, tí streymfreiðslan í Suðuroynni hevur verið 100 prosent grøn við vind og vatnorku.
Pálshøll hevur onga skipan, sum skal hita vatnið, tá ikki fæst nóg mikið av hita frá SEV, men nú fer kommunan undir hetta.
- Vit arbeiða við at finna eina loysn, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við útvarpið.
- Hetta eru dýrar loysnir, sum kosta tvær milliónir, og tað verður ein grøn loysn, men akkurát hvat kann eg ikki koma inn á, sigur Bjarni Johansen.
Sambært framleiðsluyvirlitinum hjá SEV, er vón fyri framman fyri tey, sum vilja sleppa at svimja. Motarnir eru startaðir aftur, tí í morgun verður 95,8 prosent av streyminum framleiddur við olju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald