Uttanlands

Thunberg við bankarnar: Gevist at fíggja oyðing av jørðini

Hon mælir peningastovnum til at gevast við at fíggja  kolvetnisverkætlanir

2021-10-30 16:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Svenska Greta Thunberg, sum er ein av teimum, ið gongur á odda í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum, heitir nú á altjóða peningastovnar um at steðga við at fíggja oyðileggingini av jørðini, og her sipar hon fyrst og fremst til verkætlanir innan kol, olju og gass.  

[object Object]

 Hetta segði hon á eini mótmælisgongu í London, undan altjóða veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Glasgow í næstum. Hon segði eisini við BBC, at møguleiki er fyri at fremja  broytingar á ráðstevnuni, um trýst framhaldandi verður lagt á politikararnar. Greta Thunberg er ávegis til Glasgow men sigur, at hon er ikki boðin við til tiltakið sum so men fer at luttaka í eini verðurlagstiltaki. Hon stendur heldur ikki enn á listanum yvir røðarar.

 Mótmælisgongur vóru annars í gjár fleiri býum kring heimin, umframt London eitt nú eisini í New York, San Francisco og Nairobi. Heitt verður á peningastovnar um ikki at læna pengar til feløg, sum brúka kolvetni so sum kol, olju og gass.  

 COP26 veðurlagsráðstevnan verður sett í morgin í skotska býnum Glasgow. Tá fara meira enn 200 lond at luttaka við meira enn 25.000 umboðum og teirra millum 120 statsleiðarar.

Endamálið við ráðstevnuni er at fáa heimins lond at binda seg til ítøkilig tiltøk til tess at minka um vakstrarhúsgassir fram til 2030. Hetta byggir á avtaluna, sum varð gjørd í París í 2015, tá øll luttakandi londini á veðurlagsráðstevnuni har samtyktu at lækka útlátið av CO2, soleiðis at upphitingin av jørðini ikki fer upp um 1,5 til 2 stig.  

Tað er bretska stjórnin, sum er vertur fyri ráðstevnuni, sum varir í heilar 12 dagar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder