Uttanlands

Trump hóttir India við hægri tolli eftir keyp av russiskari olju

– Tey leggja ikki í, hvussu nógv í Ukraina verða dripin av russisku krígsmaskinuni, sigur amerikanski forsetin um India

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-08-05 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump hóttir við at leggja hægri toll á vørur úr India, um India ikki gevst at keypa russiska olju.

Í farnu viku boðaði Trump frá á sosiala miðli sínum, Truth Social, at hann fór at leggja 25 prosent á vørur úr India, og at tollurin fór at verða hægri, um India ikki gavst at keypa russiak olju.

Á tíðindafundi fríggjadagin segði Trump seg hava hoyrt, at India fór at gevast at keypa olju úr Russlandi. Dagin eftir søgdu tvær ónevndar keldur tó við Reuters, at ongar broytingar vóru, og at India framvegis fór at keypa olju úr Russlandi, og tí hóttir Trump enn einaferð India við hægri tolli.

– India keypir ikki bara stórar nøgdir av russiskari olju - landið selur hareftir stórar partar av oljuni víðari á opna marknaðinum við stórum vinningi, skrivar Trump.

– Tey leggja ikki í, hvussu nógv í Ukraina verða dripin av russisku krígsmaskinuni. Orsakað av hesum fari eg at hækka tollin munandi.

Hvussu stór hækkingin verður, og nær hon verður galdandi, skrivar amerikanski forsetin tó einki um.

Trump hevur áður hótt við at leggja 100 prosent á vørur, sum verða innfluttar úr londum, sum keypa russiska olju, um Russland ikki tekur undir við einari avtalu um vápnahvíld við Ukraina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder