Uttanlands

Trump vil hava hendur á oljuni

Flestu greinarar eru samdir um, at Trump forseti við atgerðini í Venesuela vil hava hendur á oljuni har

2026-01-04 22:15 Author image
Jan Müller

Sjálvur duldi amerikanski forsetin heldur ikki fyri á tíðindafundi í gjár, at tað var oljan, sum var ein av høvuðsorsøkunum til at taka Maduru og gera greitt, at USA ætlar sær at stýra landinum í eini skiftistíð.

Ì røðu fyrr í dag legði uttanríkisráðharrin, Marco Rubio dent á, at USA fór ikki at hyggja at, meðan kappingarneytar og fíggindar hjá USA so sum Kina tóku ræðið á oljuni  í londum í amerikanska grannalagnum. Kina keypir í dag 80% av oljuni í Venesuela.

Tað er greitt, at hóast oljan í Venesuela í løtuni einans telur 1% av oljunýtsluni í heiminun, so stendur landið kortini fyri 17% av samlaðu oljugoymslunum í heiminum.

USA skuldsetir stýrið í Venesuela at hava stolið amerikanskar oljuognir, tá alt oljuvirksemið varð tjóðartikið fyri meira enn 20 árum síðani. USA vil tí tryggja sær, at landið fær afturgoldið, tað landið hevur mist av inntøkum. Hetta fer at verða gjørt við, at amerikonsk oljufeløg nú sleppa at taka til sín í Venesuela av oljuvirksemi. Peningurin frá oljuni skal bæði  fara til fólkið í Venesuela eins og til amerikonsk áhugamál har. 

[object Object]

Stórur spenningur er tó um, hvat fer at henda við oljuútflutninginum úr landinum. Spurningurin er eisini, hvussu støðan fer at ávirka altjóða oljumarknaðin og lutfallið millum heimsins stórveldi sigur Jarand Rystad frá norsku greinarafyritøkuni Rystad Energy við norska miðilin E24.

Hann heldur, at ótrygga politiska støðan fer eisini at fáa avleiðingar fyri oljuframleiðsluna í Veneuela, sum fer at minka og samanber við støðuna í Libya, har óvissa og kaos hevði við sær, at útflutningurin nærum steðgaði heilt upp. Tá stýrið hjá Gadaffi varð koyrt frá í 2011 minkaði framleiðslan við 1,6 mió. tunnum um dagin. Í dag framleiðir Venesuela 1,1 mió. tunnur um dagin. Hetta er væl minni enn, tá framleiðslan var í hæddini í 2015 við 2,7 mió. tunnum og í 2007 við 3,5 mió. tunnum um dagin.

Oljan í Venesuela er tungolja og orkurík, og heimurin tørvar hetta slagið í løtuni sigur Rystad. Hann metir eisini, at prísurin á norðsjóvarolju og amerikanskari lættari skiferolju fer at vaksa eftir hendingarnar í Venesuela. Hann heldur, at hóast prísurin framvegis liggur um 60 dollarar, so kann henda í slíkari ótryggari støðu, at hann fer at hækka við fimm dollarum, meðan prísurin á tungolju, sum fer at verða eftirspurd meira, fer at hækka við 10 dollarum.

Men hetta kann bert gerast støðan uppá stytri sikt, og tá og um spenta støðan fer at leggja seg aftur, er møguleiki  fyri, at prísurin fer at lækka aftur sum frálíður.

Støðan í Venesuela kann fáa stórar geopolitiskar avleiðingar. Eitt nú hevur oljan í Venesuela týdning fyri lond sum Kina, Russland og Iran, nú USA boykottar olju í hesum londum. Greinarar siga, at orsøkin til, at USA nú vil avgera, hvat skal henda við oljuni í Venesuela, er tann, at nettup amerikonsk raffinaríir hava brúk fyri tí slagnum av olju, sum finst í Venesuela og sum í løtuni endar í londum, sum vilja fáa størri ávirkan í eitt suðuramerikanska grannalagnum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald