placeholder
Innanlands

Umhugsar at bjóða oljufeløgum til Føroya

- at síggja umstøðurnar her í sambandi við møguliga framtíðar oljuleiting.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hittir nevndarformannin í Equinor, Jarl Roth og forsetan fyri ONS messuna Leif Olav Sevland. Mynd Jan Müller

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hittir nevndarformannin í Equinor, Jarl Roth og forsetan fyri ONS messuna Leif Olav Sevland. Mynd Jan Müller

2026-09-05 15:32 Author image
Jan Müller
placeholder

-Tað kundi verið, at man bjóðaði ávísum stórum oljufeløgum at koma til Føroya, kanska at kunna seg um føroysk viðurskifti. Men vit skulu eisini til Skotlands í næstum fyri at byggja brýr har, og eftir tað er meiningin at taka samanum og hyggja eftir, hvussu vit frægast kunnu fara harfrá og kunna fáa  oljufeløg at koma henda vegin.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum heimafturkomin av kanningarferð í Norra. Hann steðgaði á altjóða oljumessuni og ráðstevnuni í tveir dagar og hevði høvi at hitta umboð fyri norsku stjórnina eins og oljufeløg.

[object Object] Anders Opedal frá Equinor var millum oljustjórarnar, sum Jacob Vestergaard hitti á ONS. Mynd Jan Müller

Havi lært nógv

Vit spurdu landsstýrismannin, hvat hann hevur fingið burtur úr hesi síni fyrstu luttøku á eini altjóða oljumessu og ráðstevnu: 

-Túrurin hevur verið fínur. Vit hava lært eina rúgvu og hava fingið eitt ávíst innlit í, hvat rørir seg millum oljufeløgini og eisini, hvat krevst frá oljufeløgunum fyri, at tey skulu koma til Føroya at bora. Sjálvandi hava vit eisini tosað við tey norsku feløgini, sum hava aðrar treytir í Norra fyri royndarboringar -  treytir, sum vit í Føroyum ikki kunnu liva upp til, men kortini haldi eg tey síggja okkara øki sum áhugavert uttan tó at siga nakað ítøkiligt. 

Landsstýrismaðurin sigur víðari, at tá vit skulu til at broyta okkara kolvetnislóggávu og tillaga hana til nútíðina, tá er gott at hava tosað við røttu fólkini ella følt seg fyri, hvat skal til onkursvegna fyri at fáa feløgini at koma í føroyskt øki at bora. 

-Vit hava tann fyrimun framum mong onnur øki í heiminum, at her eru stabil viðurskifti.  Og vit hava so eisini eina vitan um føroyska økið út frá teimum data, sum eru komin frá royndarboringum, sum arbeitt hevur verið við alla tíðina. Verður so endaligt loyvi eisini latið av bretsku stjórnini  til Rosebank útbyggingina við markið, tá fáa vit ein infrastruktur tætt við føroyska økið, sum kann hava við sær, at sjálvt smærri fund føroysku megin markið kunnu útbyggjast 

[object Object]

Eitt politiskt signal
-Hvønn týdning hevur tað fyri framtíðar oljuleiting her hjá okkum, at ein  landsstýrismaður fer á eina slíka messu?

-Tað hevur nokk týdning sum eitt politiskt signal, ið vísir, at man í Føroyum vil tað politiskt. Og síðani tað at kunna signalisera stabilitet og at kunna vísa, at stuðul er í fólkinum eins og í politisku skipanini til at menna eina oljuvinnu. 

Jacob Vestergaard hevur eisini tann lærdóm við sær heimaftur til Føroya úr Noregi, at tað er sera umráðandi, tá tú fer undir eina slíka nýggja vinnu, at tú hevur fólkið við tær. 

-Tað eru ymsar meiningar, um man skal bora eftir olju ella ikki, men eg haldi flestu føroyingar halda tað vera rætt. Tað er jú ein sannroynd, at vit hava brúk fyri olju antin vit vilja tað ella ikki. Tá má tað vera betri, at vit í okkara parti av heiminum, sum megna hetta og hava stabil viðurskifti, eisini eru tey, sum framleiða oljuna, um hon er her, heldur enn at dúva uppá olju og gass frá ivasomum økjum.  

[object Object]

Olja og gass og grøn orka hond í hond
-Nú hevur tú eisini vitjað básar á ONS, sum arbeiða við tí grøna orkuskiftinum.

-Útvinnan av olju og gassi er ikki ein forðan fyri, at vit ikki skulu fremja orkuskiftið. Tey bæði tingini ganga hond í hond. Tað er ikki andsøgn í at hava bæði, tí tey eru neyðug í framtíðini. Tað vísir seg, at oljuvinnan ger eisini nógv fyri at umstilla seg til tað grøna orkuskiftið, so tað er eingin forðing, og tað skulu vit halda fram við.

Eisini til Skotlands
-Nú hevur tú so sum nýggjur landsstýrismaður tikið stig til at fara út um landoddarnar og kunna um Føroyar,  og samtíðis hoyra, hvussu onnur arbeiða, hvat verður so næsta stigið?

-Tað kundi verið, at man bjóðaði ávísum stórum oljufeløgum at koma til Føroya, kanska at kunna seg um føroysk viðurskifti. Men vit skulu eisini til Skotlands í næstum fyri at byggja brýr har, og eftir tað er meiningin at taka samanum og hyggja eftir, hvussu vit frægast kunnu fara harfrá og kunna fáa  oljufeløg at koma henda vegin. 

Tað skulu nógvir pengar til, tá tú fer undir at leita og bora, og tí skulu tað eisini sterk feløg til uppgávuna. Vit hava heldur ikki so nógvar pengar sum Norra at kunna bera nakað aftur, um ein brunnur er tómur. Feløgini skulu so eisini vera rímuliga trygg um, at tey finna okkurt eisini. Og her hevur jarðfrøðin nógv fyri ikki alt at siga. 

[object Object]

Uppbakking frá fólkinum og politisku skipanini
Jacob Vestergaard sigur víðari, at hann hevur  tikið hetta stigið at vitja okkara grannar, tí hann kennir tað so, at hann hevur uppbakking frá bæði fólkinum og politisku skipanini. Her finst ein framtíð heldur hann fyri og vil fegin vera við til at rudda slóð fyri henni. Men hann dylur ikki fyri, at enn skulu tøk takast.  

[object Object]

Føroyska økið ov lítið kannað
-Vit hava kannað tað føroyska økið alt ov lítið, og  tí skylda vit bæði okkum sjálvum og øðrum, at vit gera fleiri kanningar og fáa feløg at koma og bora har møgluleikar eru at finna olju og gass.

[object Object]
[object Object]

Landsstýrismaðurin fer til Aberdeen 14. september og við honum eru fólk frá Vinnumálaráðnum og Jarðfeingi. Eisini FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum er limur í bretska meginfelagnum, er við.

Ì Aberdeen er fjølbroytt skrá, har føroyska ferðalagið m.a. fer at hitta umboð fyri oljufeløg og politisku skipanina eins og vitja nýggju havnina í býnum. Høvi verður eisini at vera við á fundi hjá OEUK, har pulsurin verður tikin á oljuvinnuni. Tá vera meira enn 300 umboð fyri vinnu og myndugleikar við. 

Tað er meginfelagið hjá bretsku offshorevinnuni, OEUK, Offshore Energies UK, sum hevur boðið landsstýrismanninum at vitja, nú útlit eru til, at oljuvirksemið á Atlantsmótinum tvs. vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar fer at vaksa komandi árini. 

Myndirnar niðanfyri eru frá ONS vitjanini. 

[object Object]
Eitt týðandi lógvatak fyri føroyskum norskum samstarvi á orkuøkinum. Jacob Vestergaard og starvsfelagi hansara Terje Aasland á ONS. Mynd Jan Müller
[object Object]
Landsstýrismaðurin saman við aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum, Pól E. Egholm og Ragnfríð Nord Antoniussen, fulltrúa. Mynd Jan Müller
[object Object]
Stjórin á Faroes Supply Service á Skála, Hans Jákup Johannensen vitjaði eisini ONS og hitti landsstýrismannin. Mynd Jan Müller
[object Object]
Japanskur kenningur við stórum áhuga fyri Føroyum og landsstýrismaðurin til sangløtu í Stavanger. Mynd Jan Müller
[object Object]
Jacob Vestergaard vitjar básin hjá Offshore Norge (systurfelag til FOÍB), sum umboðar olju- og gassvinnuna í Norra. Her saman við Anne Myhrvold, altjóða stjóra hjá felagnum og William Johnsen, leiðari fyri strategi. Mynd Jan Müller
[object Object]
Jan Müller frá Orkan.fo til arbeiðis á pressusentrinum á ONS í Stavanger saman við 100 øðrum journalistum úr fleiri londum. 
[object Object]
Óluva Eidesgaard og Barbara Biskopstø Thorsteinson, jarðfrøðingar á Jarðfeingi stæddar á ONS herfyri. Mynd Jan Müller
[object Object]
Kunning um føroyska oljuleiting og Føroyar á ONS messuni millum tveir av heimsins størstu orkumiðlum. Mynd Jan Müller
[object Object]
Fyri 32 árum síðani luttóku Føroyar á oljumessuni ONS í Stavanger. Tá vitjaði norski Haraldur kongur, sáli føroyska básin. Her heilsar hann uppá Poul Mohr, sála og Eyðun Elttør oljuráðharra. Við hansara lið Kjartan Kristiansen, menningarstjóri. Myndin er úr bókini "Oljan" hjá Tróndi Djurhuus og Jan Müller.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder