Innanlands

Umhvørvisstovan og vinnufeløg samstarva um CO2 rokniamboð

Stovnandi limirnir í Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan samstarva um at gera tað lættari hjá fyritøkum í Føroyum at seta sær mál og at minka um teirra CO2 útlát.

2022-11-17 13:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta verður gjørt við at geva út eitt CO2 rokniamboð, sum verður tøkt á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni í desember 2022, ókeypis og frítt hjá øllum at brúka verður sagt í tíðindaskrivi: 

-Vit kunngera CO2 roknaran samstundis sum leiðarar kring allan heim í hesum døgum hittast á veðurlagsráðstevnuni COP27 í Egyptalandi fyri at byggja víðari á úrslitið av COP26 í Glasgow í fjør um at seta í verk átrokandi átøk fyri at minka CO2 útlátið og tálma veðurlagskreppuni.

Endamálið við CO2 rokniamboðnum er at hjálpa fyritøkum í at útrokna og síðani minka sítt CO2 útlát fyri at ganga vísindaligum metingum á møti um at hálvera CO2 útlátið í 2030.

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, sigur: “At geva feløgum møguleikan at rokna og minka sítt CO2 útlát er eitt umráðandi stig á leiðini í at tálma veðurlagsbroytingunum. Vit vóna, at hetta nýggja rokniamboðið fær fleiri fyritøkur at fara í gongd”.

Johannes Jensen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív sigur: “Vit eru fegin um samstarvið við Umhvørvisstovuna um at menna eitt CO2 rokniamboð, sum vit vóna við tíðini fer at økja um gjøgnumskygni í grønum roknskapum hjá føroyskum fyritøkum”.

Tær tólv stovnandi fyritøkurnar eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.

Kelda: Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder