Innanlands

Vaksandi áhugi fyri Føroyaøkinum

Hóast leitivirksemið er minkað nógv seinastu árini,  tykist tað nú sum vesturlendsku oljufeløgini í heila tikið eru farin at leita aftur eftir olju og gassi, nú trot er á fossilari orku.

Jarðfeingi ger eitt stórt arbeiði fyri at marknaðarføra Føroyar sum framtíðar leitiøki eftir olju og gassi. Her ein vælvitjaður føroyskur básur á stórari orkuráðstevnu í London herfyri. Mynd Jan Müller

Jarðfeingi ger eitt stórt arbeiði fyri at marknaðarføra Føroyar sum framtíðar leitiøki eftir olju og gassi. Her ein vælvitjaður føroyskur básur á stórari orkuráðstevnu í London herfyri. Mynd Jan Müller

2022-11-29 12:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú trot er á orku ikki minst í Evropa, eru orkufeløg farin at vísa økjunum á Atlantsmótinum, sum er økið millum Føroyar og Hetland,  áhuga aftur. Hetta síggja vit m.a. beint hinumegin markið millum Føroyar og Bretland, har orkufeløg nú eru við at fyrireika seg uppá at útbyggja fleiri risastórar olju- og gasskeldur. 

Næsti granni okkara, Bretland, hevur eisini boðað frá, at hann sær fegin, at orkufeløg gera íløgur í nýggjar útbyggingar eins og í nýggja leiting – eitt nú eystan fyri føroyska markið. Hetta vita vit meira ítøkiligt um tíðliga í komandi ári. 

Samtíðis hevur bretska stjórnin gjørt av at hækka skattin á orkufeløg munandi, soleiðis at hann komandi árini verður hækkaður úr 40% upp í 75%. Hetta verður gjørt fyri at hjálpa teimum veikastu húsarhaldunum, sum liða undir høgu orkuprísunum. 

Stjórnin heldur tað vera rímuligt at leggja eyka skatt á oljufeløg, sum hava havt methøgan vinning síðani russisku innrásina í Ukraina. 

Men um somu tíð hevur stjórnin eisini undantikið nýggjum íløgum í olju- og gassvirksemi  fyri at økja um framleiðsluna í royndini at gera Bretland óheft at innfluttari olju og gassi. 

Í Føroyum er skatturin á oljufeløg umleið 55% tvs. 20% lægri enn tann hjá grannanum. Ì Norra er skatturin 78%, men tá hava myndugleikarnir átikið sær allar útreiðslur til leiting. 

MERKJA STØRRI ÁHUGA

[object Object] Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi

Spurningurin er so, um henda gongdin við vaksandi tørvi á eitt nú olju og gassi kann vera við til at rudda slóð aftur fyri leiting í føroyskum øki.

Og kann tað hugsast, at oljufeløg, sum í dag arbeiða í bretska partinum av Norðsjónum, í størri mun fara at hyggja eftir leitimøguleikum í Føroyum, nú skatturin her er so nógv lægri enn í Bretlandi? 

Tann spurningin hevur orkan.fo sett stjóranum á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe. 

“Eg trúgvi nú sum fyrr, at prospektivitetur – t.v.s. sannlíkindini fyri at finna kolvetni – er sterkasta drívmegin hjá oljufeløgunum at koma inn á føroyska økið. Bretski ‘windfall’ skatturin er ásettur til tess at tryggja, at nakað av eyka avlopinum hjá oljufeløgunum, orsakað av høga oljuprísinum, kemur statinum til góðar. Tann eykaskatturin skuldi so dottið burtur, tá prísurin kemur á eitt ‘vanligt’ støði aftur.”

-Men kann orkustøðan í heiminum við sera høgum olju- og gassprísum og trot á fossilari orku, vera við til at fáa olju- og gassfeløg at leita henda vegin?

Niels Christian Nolsøe: “Leitivirksemið er minkað nógv seinastu árini, men nú tykist tað sum vesturlendsku oljufeløgini í heila tikið eru farin at leita aftur, nú trot er á fossilari orku. Tað sær eisini út til, at fund í Norðsjónum, sum fyri stuttum høvdu eina ivasama framtíð, kortini verða útbygd og verða tikin í nýtslu. Alt hetta betrar útlitini fyri, at oljufeløgini fara at leita hendan vegin eisini, og tað merkja vit á Jarðfeingi.”

VINNUMÁLARÁÐ SVARAR FÍGGJARNEVND

[object Object]

Faldari, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, lat gera til seinastu stóru orkuráðstevnuna í London herfyri.  


Herfyri svaraði Vinnumálaráðið spurningi úr Fíggjarnevndini um áhugan fyri leiting í Føroyum í framtíðini við atliti til komandi játtanina til Jarðfeingi, sum m.a. umsitur oljuleitingina. 

Svarið frá Vinnumálaráðnum var soljóðandi: 

“Tað eru nøkur ár síðani, at seinasta loyvið at leita eftir olju-og gassi á føroyska landgrunninum varð latið innaftur. Áhaldandi leitivirksemi á bretskum øki upp ímóti føroyska markinum ger kortini, at tað eru oljufeløg, sum eru virkin í leitingini hinumegin markið, sum javnan eru í samband við Jarðfeingi um jarðfrøðiligar dátur, m.a. tí at talan kann gerast um at kanna leitimið, sum kunnu ganga tvørturum landgrunsmarkið.

Nevnast kann, at samskiftið við útlendsk oljufeløg, sum sýna føroysku undirgrundini áhuga, hevur verið vaksandi seinasta árið. Høgi olju-og gassprísurin vekir somuleiðis áhuga fyri aftur at hyggja uppá Atlantsmótið sum leitiøki, bæði fyri at finna olju og gass. Viðvíkjandi gassi ger tað seg eisini galdandi, at undirstøðukervið vestan fyri Hetland alsamt nærkast okkara øki, og tískil kunnu eisini smærri gasskeldur sum frálíður gerast fíggjarliga lønandi.”

LEITING MEIRA ENN 20 ÁR Á BAKI

[object Object]

Tekur orkufelagið Ithaca Energy tíðliga í 2023 avgerð um at útbyggja risastóru oljuleiðina Cambo fáar kilometrar frá føroyska markinum, verður hetta pallurin, sum fer at taka ímóti oljuni.


Føroyska oljuleitingin byrjaði í 2000, tá fleiri leitiloyvi vórðu latin útlendskum oljufeløgum. Tilsamans 9 brunnar vórðu boraðir og staðfest varð ein virkin kolvetnisskipan í undirgrundini. Eisini varð eitt oljufund gjørt, Marjun, sum kortini ikki varð mett at vera rakstrarverdugt við táverandi vitan og tøkni. Seinastu oljufeløgini fóru úr aftur Føroyum í 2014. Høvuðsorsøkin var ein sera lágur oljuprísur umframt ónøktandi leitiúrslitini. 

Síðani tá eru bæði olju- og gassprísir hækkaðir nógv og hevur tað verið við til at varpa nýtt ljós á aftur økið eystan fyri føroyska markið, har bæði nýggjar útbyggingar av oljuleiðum umframt nýggj leitin eru á skránni.

Jarðfeingi, sum støðugt arbeiðir við at tulka og útvega nýggj data frá undirgrundini, hevur eisini eitt vakið eygað við tí, sum fer fram í grannalagnum. Tað samstarvar tí eisini við oljufeløg, sum hyggja eftir øllum økinum báðumegin markið og sum síggja alt økið sum ein samanhangandi kolvetnislandslut.

LØGMAÐUR UM ORKUTRYGD

[object Object]

Løgmaður við boðskapi um, at møgulig framtíðar føroysk olja og gass kunnu hava ein leiklut til frama fyri orkutrygdina í Evropa. 


Í tí politisku skipanini í Føroyum hava bæði skiftandi løgting og landsstýri tikið undir við, at leitingin eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini heldur fram. Verandi og undanfarnir landsstýrismenn við ábyrgd fyri leitingini hava úttalað, at útlendsk olju- og íløgurfeløg eru vælkomin til Føroya at leita. 

Herfyri segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í sambandi við at Føroyar luttóku við bási á stórari orkuráðstevnu í London, at tað var hansara vón, at oljufeløg aftur fóru at vísa Føroyum áhuga.  Løgmaður sísti á, at framtíðar føroysk olja og gass kunnu hava møguligan leiklut til frama fyri orkutrygdina í Evropa, og í tí sambandi beyð hann altjóða orkufeløgum vælkomnum til Føroya at leita eftir olju og gassi. 

“Vit vilja fegin geva okkara íkast til orkutrygdina í Evropa og standa dyrnar opnar fyri altjóða orkufeløg at koma til Føroya at leita eftir olju og gassi. Órógv og umvelting í orkuveitingini  m.a. orsakað av russisku innrásini í Ukraina hevur varpað ljós á stóra týdningin tað hevur fyri orkutrygdina í Evropa at framleiða orku tættari nærumhvørvinum. 

Bygt á kanningar, sum eru gjørdar av okkara jarðfrøðingum, hava vit góðar vónir um, at tað kunnu finnast stórar nøgdir av olju og gassi í okkara øki, og sum møguliga kunnu vera eitt íkast til evropeisku orkutrygdina.

Við hesum í huga ynski eg at vátta og endurtaka okkara avgerð um at hava hurðarnar opnar fyri orkufeløg, sum vilja søkja um loyvi at leita í føroyskum øki.

Øll tey feløg, sum vilja taka av hesum tilboði, vilja fáa hjálp frá Jarðfeingi og øðrum stovnum og ráðum. 

Óneyðugt at siga, at tað samtíðis er ein skylda at tryggja, at alt virksemi er í tráð við føroyska veðurlagspolitikkin hjá landsstýrinum.”

VILJA VEITA TÆNASTUR

Eisini landsstýrismaðurin í orku- umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen úttalaði um sama mundið, at dyrnar standa opnar fyri leiting og sær hann eisini fegin, at feløg, sum arbeiða hinumegin markið bæði við leiting, útbyggingum og framleiðslu, eru meira enn vælkomin at brúka føroyskar vørur og tænastur og at brúka Føroyar sum útgerðarstøð. Við hesum sipar hann m.a. til tær báðar risastóru útbyggingarnar av olju- og gasskeldunum Cambo og Rosebank, sum, tá tær fara undir framleiðslu, verða millum tær størstu á bretska landgrunninum sum heild. 

[object Object]

So tætt við Føroyar liggja bæði framleiðandi olju- og gassleiðir eins og keldur, sum longu eru funnar og sum eftir øllum at døma verða útbygdar til framleiðslu komandi árini. Tær kunnu eisini fáa týdning fyri føroyskar veitarar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder