
Bretska stjórnin hevur saman við IEA, altjóða orkustovninum tikið stig til eina ráðstevnu um framtíðar orkutrygdina í heiminum her serstakliga í Evropa. Hon verður hildin í London í dag og fríggjadagin.
Orkutrygd er hesi seinastu árini vorðið eitt av lyklaorðunum í stórum pørtum av heiminum, serstakliga í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina í 2022. Nú hevur nýggja Labour stjórnin í Bretlandi valt at taka málið í egnar hendur og seta tað á dagsskránna í London - saman við IEA, ið seinastu 50 árini hevur arbeitt fyri at stuðla uppundir orkutrygdina í heiminum. Hetta m.a. við at forða fyri og taka hond um orkukreppur av ymsum slag. Nú heimurin broytist, so gerast avbjóðingarnar kring orkutrygdina eisini støðugt størri.
Tað verða serstakliga tvey av mest týðandi andlitunum í orkukjakinum, sum fara at mynda ráðstevnuna “Summit on the Future of Energy Security”, bretski orkuráðharrin Ed Miliband og stjórin í IEA Fatih Birol. Ráðstevnan fer at varpa ljós á geopolitskar, tøkniligar og búskaparligar støður, sum kunnu ávirka orkutrygdina bæði á nationalum og altjóða støði. Hon fer at geva leiðarum úr øllum heiminum ein møguleika at endurskoða broytingar innan orkutrygd eins og umrøða amboð til tess at handfara brádligar orkutrygdarváðar.
Øki, sum verða umrødd, eru t.d. eftirspurningur, framleiðsla og handil við týðandi brennievnum, vaksandi leikluturin hjá elorku í mongum orkuskipanum, vøksturin í reinari orkutøkni og teirra veitarar eins og grundarlagið fyri mineralum og og metallum, sum tørvur verður á í mangari reinari orkutøkni. Dagin fyri ráðstevnuna umrødd umboð fyri bretsku stjórnina og ídnaðin gasstrygd og krittisk mineral eins og orkuskipanina í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald