Uttanlands

Veðurlagsbroytingar orsøk til harðari ódnir

Granskarar vilja vera við, at tað eru helst mannaskaptar broytingar í veðurlagnum, sum ávirka ódnir, sum raka USA í hesum døgum

2024-10-09 16:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Kanningar vísa, at ódnin Helene, sum rakti fleiri suðurstatir í USA herfyri var óvanliga hørð orsakað av upphitingini av jørðini. Meira enn 200 fólk hava latið lív í USA í kjalarvørrinum á Helene, og fleiri eru enn ikki funnin á lívi. Túsundtals hús eru rakt av ódnini.

Nú herjar so aftur enn ein ódn, Milton, sum sambært myndugleikunum helst verður tann harðasta, sum rakar USA í meira enn hundrað ár. Hon er mett at raka Florida seint í kvøld ella komandi nátt og eru milliónir av íbúgvum rýmdir heimanífrá.

Mett verður nú, at framtíðar ódnir kring heimin fara at gerast herviligari og herviligari orsakað av vaksandi yvirupphitingini  í luftini og í høvunum. Sí frágreiðing frá stovninum World Weather Attributoin um seinastu ódnirnar og ávirkanina, sum veðurlagsbroytingar hava havt.

Granskarar eru ikki í iva um, at tað eru mannaskaptar orsøkir til, at veðurlagið broytist, og at útlatíð av CO2 er ein av høvuðsorsøkunum. 


https://www.worldweatherattribution.org/climate-change-key-driver-of-catastrophic-impacts-of-hurricane-helene-that-devastated-both-coastal-and-inland-communities/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder