Uttanlands

Veðurlagsnevnd: Norra skal gera endaætlan fyri at skifta út oljuna

Ein veðurlagsnevnd sett av undanfarnu norsku stjórnini mælir í nýggjari frágreiðing til, at farið verður undir at  gera eina ætlan fyri, hvussu og nær Norra  niðurlagar fossilu vinnuna við at skifta út olju og gass við varandi orkukeldur

Norski klima- og umhvørvisráðharrin heldur olju- og gassvinnan eigur at niðurlagast fram móti 2050 men tað má vera gjørt skilagott og við luttøku og stuðuli frá fólkinum.

Norski klima- og umhvørvisráðharrin heldur olju- og gassvinnan eigur at niðurlagast fram móti 2050 men tað má vera gjørt skilagott og við luttøku og stuðuli frá fólkinum.

2023-10-30 09:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað eru tvey ár síðani, at norska høgrastjórnin undir leiðslu av Ernu Solberg setti eina óhefta nevnd at hyggja eftir, hvussu Norra skal bera seg at við at minka um útlatið innan 2050.

Úrslitið er nú komið í eini umfatandi frágreiðing. Mælt verður m.a. til, at  stjórnin skal ikki loyva leiting eftir olju og gassi í nýggjum økjum, og ikki gera brúk av kvotukeypi ella fangan og goymslu av CO2 til tess at røkka lógarfestu veðurlagsmálini. Hetta skrivar E24.

[object Object]

Martin Skancke, formaður í norsku Veðurlagsnevndini. Mynd E24

-Vit eiga ikki at byggja út meira í nýggjum økjum, sigur Martin Skancke við E24. Hann er formaður í veðurlagsnevndini og hevur áður arbeitt í Oljugrunninum við ábyrgd fyri veðurlagsváða. Nevndin mælir m.a. til at gjørd verður ein strategi fyri endatíðina fyri norskum olju- og gassvirksemi, og at hon verður løgd fyri norska Stórtingið skjótast til ber.

Eisini verður mælt til, at tað ikki verða latin nýggj loyvi til leiting og framleiðslu av olju og gassi, til ein strategiætlan er klár. Síðani verður mælt til at steðga leitivirksemi, sum ikki hevur samband við verandi undirstøðukervi, og at tað ikki verður gjørt nýtt undirstøðukervi, sum bindur Norra til útlát fram móti 2050 og seinni.

Norski ráðharrin fyri veðurlagi og umhvørvi, Andreas Bjelland Eriksen sigur, at norski politikkurin er júst at taka hædd fyri, at olja og gass skulu fasast út, og at tað, sum verður eftir komandi ártíggjuni skal hava so lágt útlát sum tilber.

-Vit mugu hava góðar og ítøkiligar strategiir fyri at kunna leggja hetta so væl til rættis sum møguligt. Støðan hjá Arbeiðaraflokkinum er og hevur verið, leggur hann aftrat,  ikki at “avvikle” men at “udvikle”, og her hevur heimurin eisini brúk fyri norska landgrunninum eitt nú til tess at kunna menna fossilar orkukeldur.

Aftrat hesum koma ætlanir um vetni, fangan og goymslu av CO2 eins og havvind.  Ráðharrin hevur fleiri ferðir sagt, at Evropa hevur tørv á orku frá norska landgrunninum í mong mong ár aftrat. Tað verður so upp til olju- og orkuráðharran og stjórnina at gera eina endaætlan á landgrunninum, soleiðis sum Veðurlagsnevndin skjýtur upp. Víst verður á, at tað longu finst eina ætlan til tess at røkka útlátsmálunum. Norsk olju- og gassframleiðsla fer væntandi at minka við 75% fram móti 2050. 

Í nýggju frágreiðingini verður mælt til, at útlátið av veðurlagsgassum í Norra fram móti 2050 skal skerjast við 90 til 95% við støðuni í 1990 sum grundarlag. 

Ein fortreyt til tess at kunna skerja útlátið er sambært veðurlagsnevndini, at tað eydnast at elektrifisera samfelagið. 

Veðurlagsráðharrin heldur, at størsta avbjóðingin er óttin fyri, at klimapolitikkurin missir ferð og undirtøku. Hann heldur at umskiftið skal ganga skjótari men á ein hátt, sum hevur fólksliga undirtøku.  

-Vit skulu selja minni og minni av olju og gassi til Evropa í árunum, sum koma. Hesi skulu fasast út. Tað er tað rætta at gera. Men tað má gerast á ein  skilagóðan hátt.

[object Object] 

Hildegunn Blindheim, forkvinna í Offshore Norge. Mynd E24

Felagsskapurin Offshore Norge, sum umboðar olju- og gassvinnuna í Norra, tekur ikki undir við øllum tí, sum Veðurlagsnevndin førir fram. Sama sigur Senterflokkurin, sum er partur av stjórnini. 

Stjórin í Offshore Norge, Hildegunn T. Blindheim heldur, at stjórnin eigur heldur at gera eina ætlan fyri nýggjar ídnaðir á norska landgrunninum.

-Vit eru samd um, at útlátið skal minkast nógv og skjótt. Og vinnan hevur eisini sett sær sum mál null-útlát í 2050. Hon vísir á, at tað er pláss fyri olju og gassi í 2050 eisini, har gass kann verða brúkt í vetnisframleiðslu og olja í framleiðslu av plastvørum.  

Heldur enn at hava eina ætlan nú fyri at fasa út olju og gass heldur forkvinnan í Offshore Norge, at vit eiga at byggja út nýggjar ídnaðir so sum havvind,  CCS (fangan og goymslu av CO2) og vetni.

-Vit mugu ansa eftir, at vit ikki missa kompetansuna, sum vit hava brúk fyri innan teir nýggju ídnaðirnar eisini.  Tað er skeivt at fasa út, áðrenn vit hava bygt upp nakað nýtt sigur hon við E24.

Umboð fyri Senterflokkinum sigur, at tað er skeivt nú at steðga oljuleiting. Vit fara at hava tørv á olju og gassi í langa tíð aftrat. Og Norra eigur at vera við til at tryggja, at Evropa hevur nokk av orku fram til 2050.

Bæði umhvørvisfelagsskapir og fleiri av flokkunum í Stórtinginum eru samdir við niðurstøðuni hjá Veðurlagsnevndini um, at oljuídnaðurin eigur at niðurlagast. Men tað eru tey, sum halda, at tað er ikki nóg mikið. Fleiri og meira víðgongd tiltøk eiga at setast í verk fyri at steðga olju og gassvirksemi sum heild í Norra skjótast tilber.

Kelda: E24.no  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder