Innanlands

Kanning: Veljarin hugsar um umhvørvið

Ein nýggj meiningarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ! sendir eitt púra greitt signal til politikararnar: Veljarin raðfestir umhvørvið og heldur, at Føroyar skulu lækka CO2-útlátið munandi komandi árini siga stigtakarar til kanningina

2022-11-29 15:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Umleið annarhvør føroyingur, sum fer á val 8. desember, hugsar um umhvørvið, tá ið hann fer inn í valklivan at seta krossin við ein flokk ella eitt valevni.

Samstundis siga 76 prosent, at tey halda, at Føroyar skulu lækka CO2-útlátið munandi tey komandi árini.

Hetta er greiði boðskapurin til politikararnar í meiningakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FNU og Veðurlagslóg NÚ í sambandi við løgtingsvalið siga FNU og Veðurlagslóg NÚ. 

Greið tala frá veljaranum

-Endamálið hjá FNU og Veðurlagslóg NÚ er at varðveita og verja náttúruna og umhvørvið. Tí fegnast vit um, at 76 prosent av teimum spurdu ynskja at lækka CO2-útlátið munandi, og at helvtin hugsar um umhvørvið, tá ið tey fara á val, siga felagsskapirnir.

FNU og Veðurlagslóg NÚ vóna, at kanningin kann gera, at veðurlagsbroytingar og náttúruvernd fáa størri rúmd í valstríðnum. Felagsskapirnir gera sítt til at varpa ljós á hesi týdningarmiklu evnir, og kanningin vísir, at veljarin er samdur og heldur eisini, at hetta eru týdningarmikil mál.

Politikararnir mugu melda út

-Tað er greitt, at føroyingar ynskja at minka útlátið. Tað hevur týdning, at valevnir geva teirra boð upp á, hvussu vit lækka CO2-útlátið munandi komandi árini, soleiðis at veljarin hevur møguleikar at velja í. Undanfarnu ár hava víst, at føgur orð als ikki eru nóg mikið. Ítøkilig uppskot og ætlanir mugu á borðið, soleiðis at Føroyar minka sítt útlát.

Fleiri áhugaverd úrslit á veg

Spyr.fo hevur gjørt kanningina fyri feløgini, har feløgini hava sett fólki spurningar, sum hava við umhvørvið at gera.

500 fólk hava svarað kanningini. Hon varð gjørd 21. novembur 2022.

Til útsøgnina “Føroyar skulu lækka CO₂-útlátið munandi komandi árini,” søgdu 76 % seg vera samd, 10 % seg vera ósamd, meðan 14 % ikki vistu. Til útsøgnina “Eg hugsi um umhvørvið, tá eg fari á val,” søgdu 51 % seg vera samd, 29 % seg vera ósamd og 20 % vistu ikki. 

Feløgini fara næstu dagarnar  at kunngera fleiri úrslit úr kanningini hjá Spyr.fo stendur at lesa á heimasíðuni hjá FNU.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder