Hjá næstu grannum okkara, í Norra og í Skotlandi, verður vindorka til havs raðfest hægri og hægri, og er tað eisini í tráð við grøna umskiftið, sum altjóða orkustovnurin IEA nú eisini vil vera við, gongur ov seint. Vit umrøddu í grein nú um dagarnar royndirnar í Norra at menna vindorkuna til havs. Har hevur orkurisin Equinor lagt fram eina ætlan at brúka 350 mia. kr. komandi 10 árini til at menna varandi orku eitt nú frá vindmyllum til havs.
Og hinumegin Norðsjógvin vilja skotar ikki vera eftirbátar. Eisini her verður menningin av varandi orku og her serstakliga vindorku raðfest hægri og hægri. Eins og Equinor í Norra so hava serfrøðingar innan útbygging av verkætlanum til havs gjørt uppskot til eina menningarætlan av flótandi vindi uppá nærum 100 mia. kr., sum eins og norsku ætlaninar, m.a. skulu brúkast til at minka um stóra útlátið frá olju- og gasspallum til havs.
Men til tess at kunna fara undir risastóru vindorkuætlanina, so má tað almenna eisini vera við, siga Dan Jackson og Mark Dixon frá fyritøkuni Cerulean Winds, sambært Energy Voice. Teir halda tað hevur skund, at stjórnin tekur stig til stuðla oljufeløgunum, sum vilja taka stig til at minka um útlátið við eitt nú at byggja út vindorkuna. Størsta avbjóðingin hjá oljufeløgunum, sum reka pallar í Norðsjónum, er útlátið og eru vinnan og myndugleikar eisini samd um, at okkurt ítøkiligt má gerast – eftir nøkunlunda sama leisti sum á norska landgrunninum.
Teir hava sett upp eina ætlan um at seta upp 200 vindmyllur vestan fyri Hetland og í Norsðjónum, hvørs orka m.a. skal verða brúkt til at reka mongu oljupallarnar í økinum. Hesir verða í dag riknir við gassturbinum frá egnari framleiðslu og hava rættiliga stórt útlát við sær. Tað skal broytast. Cerulean sigur, at vindmyllurnar kunnu nøkta rakstrartørvin hjá meginpartinum av pallunum á bretska landgtrunninum. Og her verður ikki bert hugsað um teir verandi pallarnar. Talan er eisini um at taka neyðugu stigini til at útvega komandi pallum ikki minst vestan fyri Hetland neyðugu vindorkuna.
Millum manna verður Skotland mett sum eitt tað best egnaða landið í heiminum til útbygging av vindmyllum til havs. Og í okkara næsta grannalagi, Hetlandi, verður arbeitt miðvíst við hesi menning, nú mangt bendir á, at júst Hetland kann gerast ein framtíðar miðdepil fyri júst vindorkumenningini bæði eystan fyri vestan fyri oyggjarnar. Har er eitt felag við heitinum Orion Energy farið undir ítøkiliga menningarætlanir og hevur felagið eisini tætt samstarv við eitt nú Cerulian Wind.
Umboð fyri Cerulian Wind vóna, at vindorkan til havs fer at verða raðfest á komandi veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Skotlandi í næstum. Eingin ivi um at tað eisini hevur stóran áhuga í Føroyum eisini, her tað verður strongt á at menna vindorkuna, fyribils á landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald