2022-08-17 20:06
Fyrst kom Húsahagi við sínum 13 vindmyllum, síðani kom Gellingarklettur við sínum 6, og skjótt kemur Flatnahagi við sínum 6 myllum aftrat. Innan árslok fara ikki færri enn 25 vindmyllur í økinum báðumegin Oyggjarvegin omanfyri Havnina at framleiða grønan streym til netið hjá SEV. Eitt týðandi stig til einar grønari Føroyar.
Um somu tíð sum felagið Røkt ger allar sínar seks vindmyllur á Gellingarkletti endaliga klárar til at framleiða streym inn á netið hjá SEV, eru tey hjá Orkufelagnum av álvara farin í gongd at seta upp sínar seks vindmyllur í Flatnahaga.
Nú um dagarnar kom fyrsta tornið upp, og í vikuni vórðu veingirnar koyrdar niðan í Flatnahaga. Har hevur Orkufelagið gjørt grundarlagið klárt við vegum og fundamentum til myllurnar. Nú hevur so veitarin av vindmyllunum Enercon tikið yvir og er farin undir stóra arbeiðið at seta upp vindmyllurnar og gera tær klárar til at framleiða streym. Væntandi verður fyrsta myllan klár í september, og síðani koma allar hinar sohvørt.
Stjórin í Magn, Finn Jakobsen segði við útvarpið í gjár, at teir vænta, at alt koyrir innan árslok. Tvs. at teir tá hava royndarkoyrt myllurnar og streymur kann fara inn á netið hjá SEV.
Talan er um seks myllur, sum hvør er 3 MW ella tilsamans 18 MW, sum skulu kunna framleiða tilsamans 64 GWT um árið. Hetta fer at svara til 15% av framleiðsluni hjá SEV í fjør, sum var uppá 160 GWT. Finn Jakobsen sigur, at hetta er ein rímuliga stór øking í samlaðu grønu orkuni og fegnast hann um, at Magn og Tryggingarfelagið Lív, sum eiga Orkufelagið, kunnu vera partur av hesum so týðandi grøna orkuskiftinum í Føroyum.
Tað var 2. november í fjør, at Heðin Mortensen, borgarstjóri og Finn Jakobsen, stjóri í Magn settu spakan í jørðina í Flatnahaga. Tá alt er liðugt um knapt eitt hálvt ár fer vindmylnulundin
at kunna framleiða tað, sum svarar til nýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum. Magn eigur 40% av P/F Flatnahagi, meðan Tryggingarfelagið Lív eigur 60%.
Vindmylnulundin í Flatnahaga røkkur frá Oyggjarvegnum og oman móti vatnbrunninum í Havnardali.
Grannar til Flatnahagalundina eru vindmyllurnar á Húsareyni og á Gellingarkletti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald