2022-11-15 19:08
Eins og í Føroyum eru grannar okkara í Hetlandi í ferð við at menna grønu varandi orkuna. Og teir ætla sær, at útbyggingin við vindorku veruliga skal muna í lokalu orkuframleiðsluni.
Hetland er enn meira bundið at fossilu brennievnunum enn Føroyar, tá tað kemur til orkuveiting. Eitt nú hava tey ikki stóru vatnorkumøguleikarnar, sum eru bæði í Føroyum og í Skotlandi.
Fyri at gera seg minni heft at olju og gassi og til tess at kunna vera við til at veita streym frá vindorku á landi og til havs bæði til lokalsamfelagið og til mongu olju- og gasspallarnar, sum eru í hetlendskum sjógvi, verða í fyrsta lagið settar upp 103 vindmyllur á landi í Hetlandi.
Arbeiðið at leggja hetta til rættis hevur verið í gongd í eina tíð, og nú verða so betongelementini, sum tær stóru vindmyllurnar skulu standa á, stoypt. Talan er um Viking Energy fyritøkuna, sum stendur aftanfyri hesi stóru verkætlan, ið skal gerast veruleiki í 2024. Longu í næsta ár verður farið at seta upp tær 4,3 MW Vestas vindmyllurnar.
Um somu tíð sum henda verkætlan er við at fara av bakkastokki verður elleiðing løgd á havbotnin millum Hetland og Skotland. Henda skal tryggja Hetlandi streym úr meginlandinum, tá eitt nú eingin vindur er í Hetlandi og eisini øvugt. Tvs. at tá yvirskot er av vindorku í Hetlandi kann streymurin útflytast til Skotlands.
Aftrat hesum kemur so, at ætlanir eru at menna fleiri flótandi havvindmylnulundir í fyrsta lagi eystan fyri Hetland men í framtíðini eisini millum Hetland og Føroyar. Tær fara so at fáa stóran týdning fyri elektrifiserningina av allari olju- og gassvinnuni í Hetlandi. Tað er ein týðandi partur av bretska orkupolitikinum í sambandi við grøna orkuskiftið, at framtíðar útlát frá olju- og gassvinnuni skal minkast munandi og kann tað m.a. gerast við at veita streym til framleiðslupallarnar. Tað vil vera við til at minka um útlátið við heilt upp til 90% í ávísum førum.
Eisini í Føroyum verður nú tosað um eina orkuframtíð við m.a. flótandi havvindmylnulundum. Hetta kom fram á stóru ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík herfyri eins á ráðstevnuni Ósvart í Havn nú um dagarnar. Í tí sambandi er framtíðar møguleikin eisini nevndur at leggja ein elkaðal millum Føroyar og Hetland ella skotska meginlandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald