
Aberdeen, Skotland (Orkan.fo) Í hesi vikuni hevur verið ráðstevna og framsýning á BEOS (Business of Energy Opportunites Show) tiltaki í hjartanum á London - við føroyskari luttøku. Tríggir av jarðfrøðingunum á Jarðfeingi, Barbara Thorsteinsson, Óluva Eidesgaard og Jana Ólavsdóttir høvdu úr at gera at greiða frá nýggjastu kanningunum og granskingini av føroysku undirgrundini á Jarðfeingi og svara spurningum frá umboðum fyri orkufeløg, her serstakliga tey, sum arbeiða innan olju og gass.
Føroyski básurin vakti serstakan ans, nú hann umrøddi nýggjar framtíðar leitimøguleikar í føroyskum øki. Á básinum kundu tey vitjandi síggja tey 12 leitimiðini (leads), sum Jarðfeingi hevur megnað at greina við sínum granskingararbeiði og leggja fram fyri m.a. umboð fyri fleiri av stóru oljufeløgunum, sum arbeiða á Atlantsmótinum, tvs økinum eystan fyri Føroyar og annars í Norðsjónum. Við leitimið skilst øki í undirgrundini, har góðir møguleikar kunnu vera fyri at raka við olju og gass.
- Vit eru her fyri at fáa oljufeløgini inn í føroyska økið at leita. Vit hava verið við til slíkar messur fyrr men halda, at vit hesaferð hava nakað meira ítøkiligt at vísa á, sum kann gera, at feløg vilja koma henda vegin sigur Óluva Eidesgaard og vísir á, at tey hesaferð í nógv størri mun kunnu vísa á leitimið, sum kunnu goyma olju og gass, og at oljufeløg vónandi halda hesi vera so mikið áhugaverd, at tey velja at søkja um leitiloyvi og so sjálvi kanna rúgvusmikla tilfarið frá Jarðfeingi.
Føroysku jarðfrøðingarnir halda sjálvir, at tilfarið, sum nú verður lagt alment fram er so mikið áhugavert, at tað kann geva vónir um, at okkurt felag vónandi fer at taka stig til at hyggja nærri at føroyska økinum.
Tey á Jarðfeingi hava síðani 2023 arbeitt við umrøddu leitimiðjum við tí fyri eygað at kunna stimbra áhugan hjá oljufeløgunum fyri føroyska økinum. Hetta plagar annars at vera eitt arbeiði, sum oljufeløgini sjálvi gera. Men fyri at skunda undir gongdina og fyri at kunna draga feløg henda vegin kann tað koma væl við at hava slíkt slíkt nýtt tilfar at fram.
Vit spurdu teir tríggjar jarðfrøðingarnar, um uppskot, sum er lagt fyri tingið um at lækka kolvetnisskattin kann hava nakran týdning fyri áhugan at leita. Til tað siga tey, at vit longu hava nógv lægri skatt enn bretski grannin, men kann ein lítil lækking vera við til at økja um áhugan, so er vert at royna tað. Tað kann í hvussu er vera ein góð hjálp fyri marknaðarføringina av føroyska økinum.
Eisini aðrar broytingar í sambandi við loyvi eru gjørdar til tess at økja um áhugan. M.a. er kostnaðurin av at fáa eitt leitilovyi at gera kanningar tikin av. Tað beinir burtur eina gátt, men tað eru so eisini aðrar, so sum man kann hyggja eftir í sjálvandi kolvetnislógini eitt nú um keikant og krav um stovnan av felag í Føroyum.
Orkan.fo skilir, at tey á føroyska básinum eftir hesar báðar dagarnar hava eina kenslu av, at áhugin fyri at gera íløgur í olju og gass er við at venda aftur, nú tað vísir seg, at fleiri stór oljufeløg so sum BP, Shell og Equinor hava gjørt greitt, at tey fara at raðfesta íløgur í oljuleiting og minka um grønu íløgurnar aftur, nú tað vísir seg, at hesar geva ikki tað avlopið, sum hildið varð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald