Ein stór avbjóðing at loysa í grøna orkuskiftinum er at kunna veita grønan landstreym til havnir, pallar til havs ol. Nú hevur fyritøkan CS Electic í Esbjerg ment eina loysn at brúka yvirskotsorku frá vindmyllum til at framleiða grønt vetni, sum tá kann verða brúkt á einum landsstreymsverki í havnini í Esbjerg.
Roknað verður við at hava verkætlanina klára við ársenda í ár og skal nýggja verkið veita streym til skip í havnini. Talan er um at brúka eina sonevnda brennikyknu, sum við eini elektro-kemiskari process broytir vetni til elorku, sum skipini í havnini í Esbjerg kunnu brúka.
Heilt ítøkiliga fevnir eitt slíkt landstreymsverk um tveir ella tríggjar konteynarar, sum verða settir upp í havnini. Skipini, sum koma í havn, kunnu tá binda í hetta verkið og fáa streym, sum stavar frá grønum vetni og harvið 100% CO2 neutralt skrivar danski miðilin Søfart.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald