Uttanlands

Biden vil hava Miðeysturlond at økja oljuframleiðslu

Tað fer hann at gera undir vitjan í juli til fleiri lond við Persaraflógvan

2022-07-01 11:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Tá amerikanski forsetin, Joe Biden í hesum mánaðinum fer at á almenna vitjan í fleiri av londunum kring Persaraflógvan harímillum Saudi Arabia, hevur hann eitt høvuðsynski við í skjáttuni.

Tað er at fáa londini at økja um oljuframleiðsluna, soleiðis at orkuprísirnir koma niður aftur á eina meira rímuliga legu og harvið kunna minka um bensinprísirnar í USA. Høgu bensinprísirnir eru ein hóttan móti bæði demokratiska meirilutanum í Kongressini eins og einstøku húsarhaldunum í USA. Biden er annars fyri atfinningum fyri vitjan sína til eitt nú Saudi Arabia, har mannarættindini verða brotin alla tíðina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder