Undir yvirskriftini: "Sparing á knappar 200 mió. kr. við vindorku kemur ikki el-brúkarunum til góðar", hevur vindorkuíverksetin og ein av undangongumonnunum innan føroyska vindorku, vestmenningurin Jóhan í Niðristovu givið sítt íkast til aktuella orkuorðaskiftið, sum í løtuni mest snýr seg um vindorkuna á landi.
Hann heitir í hesum sambandi á fjølmiðlarnar um at varpa ljós á teir stóru fyrimunirnar, sum eru við hesi varandi orkukeldu. Og hann heitir eisini á SEV og myndugleikan Orka um at samstarva um loysnir, sum kunnu minka munandi um yvirskotsorkuna. Seinast vísir hann á tær loysnir til at gagnnýta yvirskotsorku, sum privatu vindmylluframleiðararnir hava lagt fram.
Vindorka ístaðin fyri tungolju
Jóhan í Niðristovu vísir á, at við at brúka vindorku í staðin fyri tungolju í elframleiðsluni, kunnu stórar sparingar gerast. Síðani 2022 hava vindmyllulundirnar í Flatnahaga og Gellingarkletti framleitt 357 GWt av vindorku. SEV hevur brúkt 225 GWt av hesum fyri 82,4 milliónir krónur – ein prísur á 36,62 oyru pr. kWt. Til samanberingar kostar tungolju-elframleiðsla umleið 125 oyru pr. kWt, ella 281,3 milliónir krónur fyri somu mongd. Hetta sparir føroyska el-netinum 198,9 milliónir krónur, men brúkarin merkir einki til sparingina. Í staðin er søgan, at miðalprísurin á vindorku hækkar umleið 14 oyru pr. kWt, sum svarar til ein samlaðan kostnað á 30,9 milliónir krónur, tí SEV ikki gangnýtir yvirskotsorkuna. Uttan hesar vindmyllulundir so fekk el-brúkarin eina príshækking á áleið 40 til 45 oyru/kWt alt annað líka skrivar vindorkuverksetin úr Vestmanna. Hann skrivar víðari:
Búskaparligir fyrimunir
• Vindorka kostar einans 36,62 oyru pr. kWt samanborið við tungolju, sum kostar umleið 125 oyru pr. kWt.
• Treytirnar hjá myndugleikanum Orku í vindmylluútboðum eru, at SEV hevur skyldu at gjalda fyri alla framleiðsluna, sum kundi verið framleidd (potentiell orka). Samstundis hevur tað verið kravið, at SEV eigur alla yvirskotsorkuna. Yvirskotsorka er tá SEV ikki megnar at nýta alla orku, sum vindmyllarnar kunna framleiða. SEV hevur undir somu treytum eins og onnur havt møguleika at luttaka í vindmylluútboðum, sum hava verið.
Umhvørvisligir fyrimunir
• Vindorkuframleiðsla er gagnnýtsla av egnum tilfeingi. Stuttflutt.
• Vindorka minkar munandi um CO2-útlátið og stuðlar undir eina grøna umlegging til burðardyggar orkukeldur.
Framtíðarætlanir fyri yvirskotsorku
Privatu vindmylluframleiðararnir hava lagt fram loysnir til at gagnnýta yvirskotsorku, m.a. til:
• fjarhita,
• pumpuverkætlan,
• framleiðslu av hydrogen ella metanoli.
Hesar loysnir kunna minka munandi um yvirskotsorkuna og harvið tær 30,9 milliónir krónurnar, sum KVF umrøddi í D&V fríggjakvøldið 17. januar 2025. Tó krevst samstarv millum SEV og myndugleikarnar Orku, sum enn ikki hevur játtað loyvi til slíka nýtslu.
Vindorka er ein langtíðaríløga
Hóast SEV rindar fyri ikki brúkta vindorku, er hetta ein partur av kostnaðinum fyri at tryggja eina støðuga og grøna elveiting. Vindorka er bæði umhvørvisliga og búskaparliga burðardygg, og vit heita á fjølmiðlarnar um at varpa ljós á teir stóru fyrimunirnar við hesi varandi orkukeldu skrivar Jóhan í Niðristovu í grein í miðlunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald