Borgarar í Ukraina eiga at umhugsa at fara av landinum fyri at lætta um trýstið á ukrainska elnetið, sigur Maxim Timchenko, stjórin í ukrainska orkufelagnum DTEK, sum veitir streym til meira enn ein fjórðing av landinum.
– Um teir kunnu finna eitt annað stað at búgva í tríggjar ella fýra mánaðir afturat, hevði tað verið gagnligt fyri skipanina, sigur hann.
Nærum helvtin av ukrainsku orkuskipanini er illa farin, eftir at russar hava skotið rakettir eftir týðandi undirstøðukervi í Ukraina, og fleiri milliónir eru uttan streym, skrivar DR.
Sambært Timchenko verður skipanin minni og minni álítandi eftir hvørt álop, og ukrainska stjórnin hevur eisini heitt á fólk um at avmarka nýtsluna av húsarhaldstólum sum vaskimaskinur og ovnar fyri at spara uppá orkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald