Uttanlands

Norðmenn til Mannarættindadómstól við oljuboring í Barentshavinum

Oljuboring í Barentshavinum er brot á grundleggjandi mannarættindi siga umhvørvisfólk

Norski Hægstirættur fríkendi norska statin í sambandi við oljuboringar í Barentshavinum. Men nú fara umhvørvisfólk víðari við málinum til Mannarættindadómstólin.

Norski Hægstirættur fríkendi norska statin í sambandi við oljuboringar í Barentshavinum. Men nú fara umhvørvisfólk víðari við málinum til Mannarættindadómstólin.

2021-06-30 11:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Avgerðin hjá einum hálendskum dómstóli at áleggja oljufelagnum Shell at minka um sítt CO2 útlát við 45% innan 2050 hevur fingið umhvørvisfólk í nógvum londum at fara rættarvegin við framtíðar oljuvirksemi.

Talið á rættarmálum í hesum høpi hevur sambært BBC vundið nógv uppá seg. Tað nýggjasta málið av slíkum slag hevur sín heimstað í Norra, skrivar 24.no. Har hava umboð fyri felagsskapir sum Natur og Ungdom, Greenpeace og annars ungir veðurlagsaktivistar lagt inn stevning móti  norskari oljuboring í Barentshavinum fyri Mannarættindadómstólin.

Hesi vilja vera við, at framhaldandi oljuboringar í Barentshavinum eru í stríð við grundleggjandi mannarættindi. Somu felagsskapir hava higartil roynt málið í norsku rættarskipanini uttan úrslit. Seinast í desember í fjør, tá rættarúrskurðurin í Hægstarætti var fríkenning av norska statinum við atkvøðunum 11 móti 4. Víst varð á, at einki revsivert hevði verið í sambandi við 23. leitiútbjóðingina í Norra.

Umboð fyri Greenpeace sigur sambært 24.no, at hetta var eitt stórt vónbrot, men at tey fara at halda fram við síni mótstøðu móti nýggjum boringum í Barentshavinum og sigur, at hetta er neyðugt, nú politikararnir als ikki vilja lurta eftir hvørki veðurlagsserfrøðingum ella altjóða orkustovninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder