Síðani 2017 hevur orska nlandgrunnsfyrisitingin, "Sokkeldirektoratet" kortlagt stór øki har norðuri í Norskahavinum. Tiknar eru royndir av havbotninum og innsavnað eru data um mineral og metallir, sum finnast á havbotninum. Hetta er gjørt við skipum og fakumhvørvinum við lærdu háskúlarnar í Tromsøe og Bergen.
Tað hevur annars verið nógv umrøða í norskum miðlum um framtíðar námsvinnu á havbotninum. Enn er henda vinna sera avmarkað til kanningar í nøkrum heilt fáum plássum í heiminum, men hetta er fyrstu ferð, at kjakið um vinnuna av álvara tekur seg upp um okkara leiðir og nakað ítøkiligt hendir á økinum. Stórt og umfevnandi fyrireikingararbeiði er gjørt. Síðani hevur minnilutasjórnin hjá Jonas Gahr Støre gjørt uppskot at leggja fyri Stórtingið, har tað verður lagt upp til at fara undir eitt størri kanningararbeiði. Hetta hevur fingið undirrøku frá bæði Høgra og Framburðsflokkinum og hevur tí neyðuga meirilutan.
Tað eru annars tey, sum halda, at vinnan kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri serstaka umhvørvið á havbotninum. Hinvegin hevur heimurin brúk fyri teimum sera sjáldsomu mineralunum, sum liggja spjødd kring havbotnin nógva staðni, eisini í føroyskum øki. Greenpeace í Norra hevur funnist harðliga at ætlanini.
Frá mótmælisgongu. Mynd NTB
Norska stjórnin heldur, at Vesturheimurin er alt ov bundin og heftur at hátøknivørum, sum verða framleiddar í Kina, har tey hava atgongd til tey sjáldsomu mineralini, ið verða brúkt í grøna orkuskiftinum í vindmyllur, elbilum osfr. Vit eru noydd til at taka kappingina upp við Kina og fara undir námsvinnu verður sagt.
Eisini í Føroyum verður fylgt við gongdini og hava tey á Jarðfeingi í samband við aðrar vísindarligar kanningar funnið havbotn sum eisini hevur eitt nú jarn- og manganskorpur. Á Jarðfeingi eru tey eisini í ferð við at gera innleiðandi kanningar av hesum tilfeingi á Føroyska landgrunninnum.
Uni Árting granskari á Jarðfeingi her við einum stórum steini funnin á føroyskum havbotni. Talan er um jarn-manganskorpu. Mynd Jan Müller
Kelda: Sokkeldirektoratet.no, e24, BBC og NRK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald