Uttanlands

- Okkara klimapolitikkur ger Miðeystur og Russland ovurrík

-sigur danski vinnulívsmaðurin Jeppe Christiansen í kjakgrein

2023-04-05 17:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað fer ikki dagur, har mótstøðan móti fossilum brennievnum tvs. olju, gassi og koli, er á breddanum í Vesturheiminum. Alsamt fleiri politikarar, umhvørvisfelagsskapir o.o. mæla frá at gera íløgur í nýtt olju- og gassvirksemi.

Hetta hevur fingið kenda danska vinnulívsmannin, Jeppe Christiansen at leggja seg út í kjakið. Hann heldur Vesturheimurin við síni víðgongdu mótstøðu móti fossilu brennievnunum í veruleikanum letur okkum upp í hendurnar á oljuframleiðarum í Miðeystri og Russlandi.

[object Object]

-Okkara klimapolitikkur ger Miðeystur og Russland ovurrík. Vit hava júst sæð, hvussu OPEC “spælir” við okkum aftur, nú felagsskapurin regulerar sína framleiðslu av olju og ger brúkararnar í ES fátækari, skrivar Jeppe Christiansen. Hann er stjóri í kapitalumsitaranum Maj Invest og viðurkendur makrobúskaparfrøðiligur viðmerkjari.

Hann skrivar víðari:

-Hetta hendir um somu tíð sum politikarar royna at steðga og stongja fyri olju- og gassframleiðsluni í Norðsjónum. Men brúkararnir í ES fara framvegis í 25 ár at keypa olju, bensin og hita. Sjálvt í tí best hugsandi grønu framtíðarímynd fara vit at keypa stórar nøgdir av fossilari orku. Tá politikarar og pensiónsgrunnar royna at stongja fyri olju- og gassframleiðslu, er tað eitt risastórt sjálvmál: Olju og gassprísirnir hækka, og ES borgarar gerast fátækari.

Í “gomlum” døgum forvunnu okkara egnu ES orkufeløg pengar uppá orkuframleiðsluna. Og tey felstu av okkara orkufeløgum eru í veruleikanum skilagóð og klár til stigvíst at umleggja orkuframleiðsluna til at gerast grøn. Men tey verða útskammað – og ístaðin yvirtaka Saudi Aramco og Gazprom við fleiri teirra pláss og vinning. Miðeystur og Russland kunnu nú stýra oljumarknaðinum og prísiunum.

Miðeystur og Russland gerast ríkari hvønn tann einasta dag, og heimurin verður ikki grønari, tvørturímóti. Sól og vindur dekka lutvíst 2 og 4% av orkunýtsluni í ES. Kjarnorka og hydro koma ikki fyri seg fyrr enn um 10 ár. Fakta er, at vit koma at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat.

Niðurstøðan: Tað hevur skund at byggja út ein grønan orkusektor, men ES skal ikki stongja niður fyri olju og gassi, fyrr enn vit eru komin á mál skrivar Jeppe Christiansen. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder