Uttanlands

Oljuprísurin í summar: 110 dollarar

Seinastu dagarnar er oljuprísurin hækkaður nógv til nærum 84 dollarar fyri tunnuna

2023-04-03 14:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Fleiri lond í Opec+ hava sjálvboðin gjørt av at lækka oljuframleiðsluna og er tað orsøkin til, at oljuprísurin brádliga er hækkaður nógv. Hann er í morgun umleið 84 dollarar.

Rystad Energy heldur, at henda gongdin fer at gera, at prísurin í summar fer at liggja um 110 dollarar fyri tunnuna skrivar E24.

Greinarafyritøkan Rystad heldur, at oljuprísurin fer at hækka enn skjótari enn higartil roknað við. Ì morgun var prísurin  4,6 dollarar hægri enn fyri vikuskiftið.

Sagt verður eisini, at stóra hækkingin kann hava við sær bæði hægri inflation og hægri rentu. Rystad heldur, at prísurin fer at halda sær á meira enn 100 dollarum restina av 2023 orsakað av lækking av framleiðsluni í fleiri Opec londum. 

[object Object]

Felagskapurin hevur ikki álit á, at marknaðurin fer at javna seg aftur orsakað av búskaparligu støðuni í heiminum. Frá mai og árið út fara at verða 1,6 mió. tunnur færri á marknaðinum um dagin orsakað av framleiðsluskerjingini hjá Saudi Arabia, Ruslandi og øðrum londum. Tað vísir seg, at hesi bæði londini í alt størri mun eru farin at samstarva á altjóða pallinum. 

Framhaldandi hækkandi oljuprísurin kann koma at raka heimsbúskapin við hægri prísum og størri inflatión. Hetta hendir um somu tíð sum bankar kring heimin royna at skapa meira støðug viðurskifti á pengamarknaðinum. 

Heimurin brúkar umleið 100 mió. tunnur av olju um dagin. Sum skilst hava londini í Opec møguleikar at lækka framleiðsluna uppaftur meira. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder