Tað er 313 metrar langt og 54,8 metrar breitt og støddin svarar til tríggjar fótbóltsvallir. Tað lastar 1,1 mió. tunnur av olju. Talan er um framleiðsluskip, sum Equinor byggir í Singapore og skal brúkast í framleiðsluni á stóru nýggju oljuleiðini Johan Castberg í Barentshavinum, umleið 200 kilometrar frá Finnmarksstrondini í Norðurnoregi.
Her tær tríggjar olju- og gassleiðirnar í Barentshavinum. Johan Castberg oljuleiðin liggur norðast og fevnir um tríggjar keldur, Havis, Drivis og Skrugaard. Sunnan fyri síggjast Snøhvit gassleiðin og Goliat oljuleiðin. Enn ein oljuleið í Barentshavinum er á tekniborðinum, Whisting, sum longur longur norðari og eystari.
Soleiðis fer Johan Castberg leiðin at síggja út liðugt útbygd. Framleiðslan fer fram við útbúnaði á havbotninum og oljan verður flutt upp til framleiðslu- og goymsluskipið. Júst sama slag av útbygging er í stoypiskeiðini á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar.
Skipið hevur verið ávegis leingi men trupulleikar hava seinkað byggingina. Upprunaliga varð ætlanin at byrja framleiðsluna í ár. Nú er hon sett til at byrja í 2024. Tá verður tað triðja olju- og gassleiðin í norska partinum av Barentshavinum. Frammanundan framleiða Snøhvit-feltið gass og Goliat olju.
Hóast skipið verður bygt í Asia, so verða 60% av skipinum framleitt og gjørt í Norra og heldur tað tí liv í nógvum arbeiðsplássum lokalt eisini. Skipið verður nú sleipað til Stord skipasmiðjuna hjá Aker Solutions, har skipið verður gjørt liðugt.
Hjá Equinor hevur verkætlanin Johan Castberg eisini týdning fyri eina aðra verkætlan og útbygging. Tað er olju- og gassleiðin Rosebank tætt við føroyska markið. Tann ætlanin er framvegis á tekniborðinum og skilst, at útbyggingin av Johan Castberg fer at verða brúkt sum partur av grundarlagnum fyri útbygging av Rosebank. Ætlanin er at brúka eitt framleiðsluskip av umleið sama slag, sum tað, sum verður brúkt í Barentshavinum.
Rosebank leiðin eystan fyri Føroyar fer at brúka royndir frá Johan Castberg í Barentshavinum.
Equinor, sum er fyristøðufelag á Rosebank, hevur sett sær fyri at gera hesa verkætlanina bíligari og verða royndirnar frá Johan Castberg brúktar til at fáa eina bæði betri og bíligari útbygging vestan fyri Hetland. Roknað verður við, at Equinor fer at taka endaliga avgerð um útbygging av Rosebank í ár. Hóast mótstøða frá umhvørvisfelagsskapum i Bretlandi hevur bretska stjórnin gjørt greitt, at hon ynskir, at slíkar verktætlanir sum Rosebank gerast veruleiki, nú Bretlandi fer at hava tørv á bæði olju og gassi komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald