Umhvørvisfelagsskapir og Grøni flokkurin í Bretlandi heita nú á Andy Burnham, forsætisráðharra um at prógva síni grønu og veðurlagspolitisku lyfti við at nokta fyri framleiðslu á Rosebank oljukelduni nærhendis Føroyum, eftir at samráðingarnar á Cop31 endaðu úrslitaleysar.
Bretland tók saman við ES og fleiri øðrum samstarvsbólkum og londum frástøðu frá uppskotinum til endaligu semjuna, sum hvørki nevndi fossilar orkukeldur ella heitti á londini um at útfasa olju og gass og kol. Bretland fanst at tí, sum landið nevndi eina miseydnaða ráðstevnu, meðan umboðsfólk fyri ES søgdu, at oljulond høvdu “rænt” samráðingarnar. Hetta skriva fleiri bretskir miðlar, nú úrslitið frá Cop31 verður gjørt upp - um somu tíð sum bretska stjórnin skal taka endaliga støðu til umstrídda oljuútbygging.
"Vit mugu lata fossilu orkukeldurnar liggja í jørðini. Vit mugu gera íløgur í varandi orkukeldur. Vit mugu fáa ræði á okkara egnu orkuframleiðslu, so vit kunnu lækka orkurokningarnar hjá húsarhaldum og vinnulívi. Okkara stjórn má vísa altjóða leiðslu og steðga Rosebank, sigur Zack Polanski, leiðari í Grøna flokkinum.
Hóast mótstøðan móti góðkenning av Rosebank økist eisini í hansara egna flokki, sum sambært Energy Voice nú fevnir um 200 limir í Labour, ið nú siga seg stuðla mótstøðuni móti oljukelduni í Norðuratlantshavi, so vísa veljarakanningar, at meiriluti av eitt nú skotum eru fyri at geva Rosebank grønt ljós. Eisini meiriluti av Labourveljarum í Skotlandi eru fyri.
Skotskir politikarar og vinnulívið í Skotlandi kenna tað sum mønustingin fyri olju- og gassvinnuna í Norðsjónum, verður Rosebank koldømt og bann verður sett móti nýggjari leiting. Uppskot liggur í bretska tinginum at steðga nýggja leiting.
Nú úrslitið av veðurlagsráðstevnuni í Turkalandi verður tengt at eini avgerð í Rosebank málinum, er ilt at siga, hvør endin verður. Meginfelagið hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK hevur ferð eftir ferð víst á, at Bretlandi tørvar olju og gass í mong áratíggju aftrat, og tí er rætt at framleiða hesa í Bretlandi heldur enn at innflyta hana úr øðrum londum. Tað hevur eisini nógv at siga fyri arbeiðsplássini.
![]()
Eitt av feløgunum, sum er partur av Rosebank, er Ithaca Energy. Felagið sigur í eini fráboðan nú um dagarnar, at framleiðslan á Rosebank kann byrja longu fyrst í komandi ári. Risastóra framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank liggur longu á oljuleiðini og ger seinastu fyrireikingarnar til at fara undir framleiðsluna.
Týding fyri Føroyar
![]()
Í Føroyum verður sum vera man eisini fylgt væl við, hvat hendir í Rosebank málinum. Hvør skuldi trúð, at eitt mál, sum snýr seg um eina oljukeldu skamt frá føroyska markinum skuldi fáa so nógv umrøðu og so mong út á barrikadurnar - fyri og ímóti eini oljuútbygging.
Eygleiðarar síggja málið sum eina tí fyrstu veruligu royndina hjá nýggja forsætisráðharranum at loysa ein nærum gordiskan knút og koma sær burtur úr einum máli, sum skilur bretar. Hvørja loysn hann enn velur, so fer tað at vekja stóra ónøgd.
![]()
Hetta hevur so eisini nakað við geopolitikk at gera, tí Bretland er sera bundið av innflutningi av serliga gassi úr Noregi. Sama Bretland hevur staðið við opnum ørmum og boðið eitt nú norskar íleggjarar at koma til Bretland at gera íløgur. Og tað hava bæði norskar fyritøkur og norski staturin gjørt.
Við nú at ganga ímóti útbyggingini av Rosebank svíkur Bretland lyftið tað hevur givið Noregi, um ikki at taka aftur longu latin loyvi - við afturvirkandi megi. Vil illa til kann tað fáa norsku stjórnina at umhugsa sínar veitingar til Bretlands, tí at steðga Rosebank merkir stór tap fyri fyri norska vinnu og norska statin. Hesin møguleikin verður nú eisini umrøddur í bretskum miðlum.
Tikið verður til, at tvinnir eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur. Tað kann sanniliga sigast um Rosebank-sakina. Í hesi vikuni kemur ein bretskur ráðharri við ábyrgd av uttanríkismálum á vitjan í Føroyum at skriva undir samstarvsavtalu. Tá verður áhugavert at frætta, um nakað nýtt er í Rosebank málinum.
Tað er greitt, at Jarðfeingi og Vinnumálaráðið bíða í spenningi eftir avgerðini um Rosebank, tí eitt undirstøðukervi í bretskum øki tætt við markið kann fáa stóran týdning fyri føroyska leiting - fyri ikki at siga altavgerandi týdning - og eisini fyri føroysku veitaravinnuna eins og fyri ætlaninar hjá fleiri landsstýrum at gera Føroyar til ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi.
Og loksins er vert at nevna umsóknina, sum Jarðfeingi hevur fingið um leitiloyvi frá føroyskari fyritøku. Eingin ivi er um, at framtíðar virksemi við útbygdum undirstøðukervi hinumegin markið í bretskum øki fer eisini at fáa stóran týdning fyri útlitini viðvíkjandi leiting við Føroyar. Livst so spyrst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald