Uttanlands

Sær svart út fyri nýggjari oljuleið á Atlantsmóti

Lancaster oljuleiðin, sum stórar vónir vóru til, framleiðir nógv minni enn væntað

2021-04-15 13:07 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað vóru stórar vónir til nýggju oljuleiðina Lancaster har suðuri á Atlantsmótinum, áðrenn tað fór at ganga skeiva vegin. Oljufelagið Hurricane Energy, sum í mong ár hevur ment nýggju oljuleiðina til framleiðslu, tykist nú hava nærum hava givið skarvin yvir. Í hvussu er eru boðini frá felagnum til partaeigararnar alt annað enn góð. Teir kunnu ikki rokna við at fáa nakað útbýti men verða heldur noyddir til at seta fleiri pengar til fyri at skapa møguleikar fyri at økja um framleiðsluna aftur. 

[object Object]

Framleiðslan á hesum nýggja slagnum nevnd “Fractured Basement”, har oljan liggur goymd í sjálvum grundfjallinum, er minkað so mikið nógv, at vónirnar til at kunna halda fram, eru smáar. Annars varð hildið, at fleiri milliardir tunnur av olju vóru í undirgrundini. Tað skuldi tó vísa seg, tá framleiðslan byrjaði av álvara, at úrtøkan var nógv minni enn roknað við. Nù verður neyðugt at bora nýggjan framleiðslubrunn, um oljuleiðini skal verða lív lagað, og tað merkir so aftur, at partaeigarar skulu í lumman eftir fleiri pengum, og tað er sera ivasamt.

Nýggja oljuøkið fevnir um fleiri keldur umframt Lancaster, sum ætlanin hevur verið at byggja út og binda í Lancaster kjarnuna. Men heldur ikki hesar hava livað upp til vónirnar. Talan er um Lincoln, Halifax og Warwick, sum nú eftir øllum at døma neyvan verða partur av nakrari framtíðar framleiðslu. Hóast døpru útlitini, so tekur framleiðsluskipið Aoka Mizu framvegis móti olju, tó í nógv minni nøgdum enn ætlað.

Tað vóru annars nógvir oljukennarar, sum ivaðust stórliga í ætlanum at menna umrøddu oljuleið, tí hildið varð, at hesin framleiðsluhátturin er so svikaligur. Nú kann so bert tíðin vísa, um framtíð verður í hesi nýggju oljuleiðini eystan fyri Føroyar.

Hóast hetta bakkastið, so arbeiða onnur oljufeløg við fleiri øðrum áhugaverdrum útbyggingum. Hesar liggja m.a. tætt uppat føroyska markinum, eitt nú Rosebank og Cambo. Men óvist er, nær um tær verða góðkendar til útbygging. Til tess skal oljuprísurin verða meira støðugur og korona farið umframt at elektrifiseringin av oljupallum á Atlantsmótinum skal vera komin eitt stig longuri. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder