Uttanlands

ST samtykkir verju av høvunum

Eftir 15 ára samráðingar hevur tað eydnast limalondunum í ST at semjast um at seta í verk verju av 30% av djúphøvunum á jørðini

2023-03-05 22:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var leygardagin, at ST kundi kunngera, at limalondini loksins eftir samráðingar í meira enn 15 ár samdust um eina avtalu, sum tryggjar 30% av heimsins høvum uttan fyri búskarøkini hjá londum. Talan er um eina slóðbrótandi avtalu, sum fer at koma náttúru og øllum livandi til góða, nú veðurlagsbroytingar, ovfisking og handilsrutur eru við at skaða umhvørvið og lívið í høvunum.

Her er talan um djúphøvini uttan fyri 200 fjórðinga búskaparligu økini hjá strandalondum. Avtalan tryggjar alt livandi og umhvørvið annars í høvunum, men enn skulu torførar samráðingar til fyri at fáa smálutirnar uppá pláss. 

Avtalan er tann mest kollveltandi síðani ST limalond fyri 40 árum síðani samtyktu "The Law of the Seas". 

Sambært nýggju avtaluni kunnu strandalond ikki longur gera sum teimum lystir, tá talan er um at troyta lívið í høvunum og náttúruna. M.a. verður ljós varpað á framtíðar námsvinnu á havbotninum, nakað, sum væntandi fer at vinda uppá seg, nú heimurin fer at hava tørv á fleiri týðandi og sjáldsomum mineralum so sum kopari, mangan, kobolt og øðrum grundevnum, sum tørvur er á í eitt nú vinnum, sum framleiða hátøkniligar lutir so sum fartelefonir ol. Nú fara at verða sett strong umhvørvislig krøv til slíka nýggja vinnu á havsins botni.

Altjóða miðlar gera nógv burtur úr hesi sera týðandi avtaluni, ið kann verða við til at slóða fyri at bjarga fiskasløgum, sum eru við at týnast eitt nú vegna ovurfisking. 

Í dag er bert eitt prosent av havsins høvum undir eftirliti og verju, so talan er veruliga um eitt langt lop fyri bæði  náttúru og lívinum í høvunum. Hetta er so fyrsta stig av fleiri, ið skal tryggja burðardygd og eini skilagóðari troytan av náttúrutilfeinginum í heimsins høvum.

Tað er eyðsæð, at fyri eitt land sum Føroyar, ið livir av havsins tilfeingi, fer slík avtala at hava stóran týdning. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder