Uttanlands

Væleydnað avrigging av gasspallum í Danmark

Út við tí gamla og inn við teinum nýggju Tyra 2 gasspallunum í Norðsjónum

2022-12-15 10:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast Danmark var eitt av fyrstu londunum, sum steðgaði nýggjari oljuleiting og setti freist fyri seinastu oljuframleiðsluni, so verða framvegis gjørdar stórar íløgur í at menna donsku olju- og gassvinnuna í Norðsjónum. Her er fyrst og fremst talan um nútímansgerð og nýbygging av stóra Tyra 2 gassfeltinum, har franska orkufelagið TotalEnergies er fyristøðufelag. Felagið er í ferð við at leggja seinastu hond á umbygging og nútímansgerð av hesi so týðandi gassleiðini á danska landgrunninum, sum telur ikki færri enn 8 nýggjar pallar

[object Object]

Um somu tíð sum nýggju pallarnir verða  gjørdur klárir til at byrja aftur framleiðslu á Tyra 2 feltinum, er gamli  farin til upphøgging í Fredrikshavn, har 98,5% verða endurnýtt. Talan er um størstu avrigging av olju- og gasspalli til havs í danska partinum av Norðsjónum.

[object Object]

Tað er amerikanska fyritøkan M.A.R.S. sum hevur staðið fyri avriggingini av Tyra-pallunum á stóra økinum í havnini í Fredrikshavn. Hetta svarar til 50.000 tons av stáli, sum verða endurbrúkt. Fredrikshavn er ein av heimsins fremstu havnum til avrigging av gomlum olju- og gasspallum. Nú verða tilsamans 8 nýggir pallar gjørdir klárir til framleiðslu um eitt ár. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder