Uttanlands

Republikanarar og Demokratar finnast at dieselavtalu hjá Trump

Sjey senatorar - fýra Republikanarar og tríggir Demokratar - siga, at avtalan er ólóglig.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin hava gjørt eina avtalu, sum skal fáa russiskt diesel á amerikanska og altjóða marknaðin (Mynd: Kristina Solovyova Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin hava gjørt eina avtalu, sum skal fáa russiskt diesel á amerikanska og altjóða marknaðin (Mynd: Kristina Solovyova Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-12 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjey amerikanskir senatorar - harímillum bæði Republikanarar og Demokratar - heita á amerikanska forsetan, Donald Trump um at broyta kós í mun til dieselavtaluna við Russland.

Les eisini: Russland letur upp fyri dieselútflutningi

Teir sjey senatorarnir halda, at avtalan stríðir ímóti amerikanskari lóggávu, sum bannar innflutning av russiskari orku, inntil Russland gevst við innrásini í Ukraina.

– Kongressin bannaði nágreiniliga innflutning av russiskari orku í 2022 fyri at forða amerikonskum dollarum í at fíggja harðliga kríggið hjá Putin móti Ukraina, siga teir sambært Ritzau.

Lagt verður afturat, at umsitingin hjá Trump ikki hevur ráðført seg við Kongressina ella latið eina frágreiðing um avgerðina, sum er lógarkrav.

Aftanfyri hesa fráboðanina eru fýra Republikanarar og tríggir Demokratar.

Talan er um republikanararnar Susan Collins úr Maine, Lisa Murkowski úr Alaska, Thom Tillis úr North Carolina, og John Curtis úr Utah.

Demokratarnir eru Jeanne Shaheen úr New Hampshire, Richard Blumenthal úr Connecticut, og Ron Wyden úr Oregon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder