Innanlands

-Vit skulu brúka vitanina vit hava

-fyri at koma fram á leið at minka um okkara egna útlát segði Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, tá hon tók samanum veðurlagsdagin í vikuni.

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni. Myndir Jan Müller

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni. Myndir Jan Müller

2024-03-23 13:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var ein fegin og vælnøgdur stjóri á Havstovuni, sum endaði og tók samanum fyrstu føroysku veðurlagsráðstevnuna í vikuni. Marita Rasmussen helt fyri, at hetta var ein serstakur dagur, nú umboð fyri fleiri almennar stovnar høvdu havt høvi til at leggja fram nýggjastu vitanina og royndir hvør á sínum øki – við atliti til føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar.

[object Object]

-Her hava verið góðar og spennandi framløgur og er nógv gott komið  fram um, hvat vit hava at arbeiða víðari við segði hon m.a. og helt fram:

-Frá DMI, donsku veðurlagsstovuni, fingu vit at vita, at meðalhitin um okkara leiðir er hækkaður, síðani byrjað var at gera mátingar í 1870 unum. Tað regnar  meira,  og sjógvurin í heimshøvunum er vorðin súrari enn áður.  Vatnstøðan er hækkað 10 cm í 30 ár. Sama er hent aðrastaðni. Vit síggja eisini tekin til, at hitin í djúphavinum hækkar. Síggja eisini tendensir til at hitin á landgrunninum hækkar. Síggja eisini fleiri broytingar á landi enn fyrr eitt nú skriðulop ol. 

[object Object]

Marita Rasmussen helt tó, at tað mest áhugaverda frá degnum er tann sannroynd, at øll tann vitanin, sum verður løgd fram, er analyserað úr longum tiðarserium,  sum Umhvørvisstovan, Havstovan, Veðurstovan  oo. hava arbeitt við upp gjøgnum nógv ár. Landsverk t.d. kann vísa á tíðarseriur,  sum enn eingin hevur arbeitt við í serligan mun, so har er nógv vitan at heinta. Hetta sigur okkum eisini, at vit sum stovnsleiðarar hava eina stóra uppgávu at ansa eftir, at man varðveitir hesar tíðarseriurnar í øllum hesum granskingarøkjunum. 

[object Object]

[object Object]

Hon helt tað eisini vera gott at merkja, at tað er eitt øgiligt potentiali í samstarvinum millum stovnarnar. so tað er týdningarmikið,  at stovnarnir samarbeiða ein slíkan dag, soleiðis at  vit síggja týdingin av einum samstarvi frameftir eisini. So vit fáa betri grundarlag at taka tær avgerðirnar, sum politiska skipanin skal taka. 

[object Object]

-Her peikar alt uppeftir í skipanini, og her skal framleiðast nakað frá fyrisitingini  og takast skulu avgerðir í politisku skipanini, um Føroyar skulu kunnu brúka vitanina vit hava og fyri at vit skulu koma fram á leið fyri at minka um okkara egna útlát. 

[object Object]

[object Object]

Umleið 150 fólk vóru við til ráðstevnuna, sum fór fram í hølunum hjá Hotel Hafnia. Granskarar frá fleiri stovnum løgdu fram og høvi varð at seta spurningar. Stovnarnir, sum vórðu við til at leggja ráðstevnuna til rættis, vóru Havstovan, Veðurstovan, Vørn, Jarðfeingi, Landsverk, Tjóðsavnið, Hagstovan og Umhvørvisstovan.

[object Object]

Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar. Í hesum sambandi vórðu dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt varð í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder