Innanlands

Grøna orkuskiftið: -Vit tosa nógv men gera alt ov lítið

Øll tosa um grøna orkuskiftið men "einki" verður gjørt við tað. Hetta kundi verið ein av niðurstøðunum á fyrsta degnum á stóru orkuráðstevnuni í Vágunum fríggjadagin. Ella við øðrum orðum: Nokk er  tosað - nú krevst, at nakað ítøkiligt verður gjørt. 

Umboð fyri Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna, SEV og donsku orkufyritøkuna Ørsted vórðu partur av orkuráðstevnuni á Giljanesi í gjár. Myndir Jan Müller

Umboð fyri Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna, SEV og donsku orkufyritøkuna Ørsted vórðu partur av orkuráðstevnuni á Giljanesi í gjár. Myndir Jan Müller

2024-10-26 09:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast Føroyar hava fingið fleiri vindmylnulundir, og ymisk tiltøk eru sett í verk til tess at fremja grøna orkuskiftið, so gongur tað alt alt ov seint at liva upp til ætlaninar at gera Føroyar meira grønar. Hendir ikki okkurt heilt kolveltandi komandi árini fara vit ikki at røkka nær námind okkara málum.

Hetta var millum mongu niðurstøðurnar, sum vórðu gjørdar á  orkuráðstevnuni “Varandi Heimur” á Giljanesi fríggjadagin. Ein reyður tráður gjøgnum framløgurnar og orðaskiftið var, at tað frá politiskari síðu verður gjørt alt ov lítið fyri at liva upp til setningin og avgerðina um at minka munandi um útlátið innan 2030. 

Ella sum ein av luttakarunum orðaði tað: “Vit tosa nógv men gera alt ov lítið, og tað vit kunnu gera, tað gera vit heldur ikki. Vit hava veruliga møguleikar fyri at gera nakað her og nú, og tað er bara ein spurningur um at skipa seg rætt. Tað er tað almenna, sum skal inn og gera reglurnar soleiðis, at tað ber til.”

Fyrireikararnir høvdu annars gjørt sær stóran ómak at lýsa bæði tørvin á og støðuna í grøna orkuskiftinum í Føroyum, nú tað bert eru fimm ár, til vit skullu røkka fyrstu málunum fyri minking av útlátinum. Undir yvirskipaða heitinum, hvussu vit sleppa av við at brúka olju á landi, løgdu umboð fyri  myndugleikarnar og vinnuna  fram tilfar eins og sjónarmið um, hvussu stendur til við grøna orkuskiftinum eins og hvussu framtíðin sær út. Hvussu vit koma á mál.

At døma eftir mongu útsøgnunum  ber til at siga, at Føroyar enn eru langt frá at røkka málinum um at skerja útlátið munandi í 2030. Og til tess at røkka málinum mugu vit taka annað skinn um bak og her ikki minst at beina fyri teimum mongu forðingunum, ið seta fót fyri royndunum at flyta okkum frá olju til varandi orkukeldur.

Mong vórðu annars boðini uppá, hvussu vit av álvara kunnu leggja frá landi. Saknur var tó í, at eingin politikari hvørki úr tinginum ella landsstýrinum var til steðar á hesi so týðandi orkuráðstevnu, væl vitandi, at høvuðspersónurin á politiska pallinum, landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín Strøm dagin fyri ráðstevnuna hevði sagt seg úr starvinum.  

Eitt ítøkiligt mál, sum fekk nógva umrøðu henda fyrsta stevnudagin, varð stóra verkætlanin hjá Effo og Bakkafrosti at seta upp eina risastóra vindmylnulund í Eysturoynni, kallað Eysturlund. Stigtakararnir vórðu sera misnøgdir við viðferðina, sum henda stóra grøna verkætlan hevur fingið í politisku skipanini eins og frá myndugleikum annars. Ein verkætlan, sum skal sleppa okkum av við 30.000 tonsum av tungolju og flyta okkum og her ikki minst vinnuna eitt týðandi stig víðari á grønu leiðini. 

Orkuráðstevnan, sum higartil hevur verið sera áhugaverd og upplýsandi, heldur fram í dag. Umframt framløgur og orðaskifti  luttaka fleiri føroyskar fyritøkur og myndugleikar við egnum básum á ráðstevnuni í ítróttarhøllini á Giljanesi.  

Fyrireikarar og stuðlar eiga stórt rós fyri at hava tikið stig til slíka umfevnandi ráðstevnu, sum eisini varð sera væl frágingin við tveimum professionellum journalistum á brúnni. Orkan.fo fer eftir førimuni komandi tíðina at tríva í nakað av tí, sum varð sagt og víst fram á ráðstevnuni. Sí skránna á varandi@fo. Hildið verður fram við nýggjum framløgum kl. 10. 

Tað er fyritøkan Høgra hjá Høgna Rasmussen, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna  við stuðuli frá SEV, Hiddenfjord og Bakkafrost. Skránna til ráðstevnuna hevur Høgra gjørt saman við Vinnuhúsinum og Umhvørvisstovuni. 

[object Object]Borgarstjórin í Vága Kommunu, Bjarni Prior beyð mongu luttakarunum og áhoyrarunum vælkomnar í Vágar til orkuráðstevnuna. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Óluva Zachariassen og Uni Arge journalistar avgreiddu stóru orkuráðstevnuna við hepnari hond. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder