Uttanlands

Sameindu Arabisku Emiratini taka seg úr Opec

Ein av mest týðandi limunum í oljufelagsskapinum Opec, Sameindu Arabisku Emiratini, eisini kent undir navninum UAE, hevur avgjørt at taka seg úr Opec. 

2026-04-28 23:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta kemur í kjalarvørrinum á stríðnum í Miðeystri. Avgerðin er tikin út frá tjóðskaparligum áhugamálum sigur orkuumsitingin í landinum sambært CNBC.

Landið er triðstørsti framleiðarin í Opec eftir Saudi Arabia og Irak. Hetta hendir um somu tíð sum heimurin er komin í størstu orkukreppu í fleiri ártíggju, eftir at USA og Ísrael í fjør fóru undir at bumba Iran  og sum hevði við sær, at Hormuz sundið varð stongt. Ein fimtingur av heimsins olju og gassi verður fluttur ígjøgnum sundið.

Sambært Bloomberg hevur landið í hyggju at økja um oljuframleiðsluna í tíðini, sum kemur. Greinarar siga, at avgerðin hjá UAE fer at hava gera, at oljuprísurin fer at sveiggja meira, upp og niður. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder