Innanlands

100 prosent grøn orka – eisini í meginøkinum

Í næstan eitt heilt samdøgur um vikuskiftið var stilt bæði á Sundsverkinum og Vágsverkinum

Dieselmotorarnir á Sundi vóru kvirrir í 23 tímar um vikuskiftið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Dieselmotorarnir á Sundi vóru kvirrir í 23 tímar um vikuskiftið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-06-25 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í 23 tímar frá leygarkvøldinum 22. juni og út á sunnukvøldið 23. juni var púra kvirt á bæði Sundsverkinum og Vágsverkinum, tá elframleiðslan var 100 prosent grøn, skrivar Sev á heimasðiðuni.

Tað er ikki óvanligt, at motorarnir á Vágsverkinum standa stillir, men longri ímillum, at tað hendir á Sundsverkinum.

Tær ferðirnar, Sundsverkið ikki hevur koyrt, hava bingjurnar á Norðtoftum kortini verið virknar, og tí hevur elframleiðslan ikki verið 100 prosent grøn. Men nú kaðalsambandið norður um fjall er um at vera liðugt, og tørvur ikki longur er á eyka máttinum í bingunum, ber til at koyra við 100 prosent grønari orku, eisini í meginøkinum.

Eyka mátt norðan fyri Fjall

Seinastu trý-fýra árini hevur verið neyðugt við tveimum bingjum við eyka mátti fyri at tryggja neyðuga elorku til økið norðan fyri Fjall, har m.a. alibrúk hjá Bakkafrosti er.

Verandi linju- og kaðalsamband var ikki nóg sterkt til at nøkta tann knappliga ógvusliga økta eftirspurningin eftir elorku, tá Articon fór í gongd við tunnilsarbeiðið og Bakkafrost fór undir økt virksemi á Norðtoftum.

Ímeðan bíðað varð eftir at kunna leggja nýtt og styrkt kaðalsamband í nýggju tunlarnar norður um Fjall, blivu bingjurnar báðar settar upp á Norðtoftum.

Tað hevur virkað væl, og stóru kundarnir norðanfyri hava ikki merkt nakað, skrivar Sev. 

Arbeiðið at leggja nýggja kaðalsambandið millum Strond og Norðtoftir er nú stórt sæð liðugt, og bingjurnar blivu sløktar hósdagin 2. mai. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder