Uttanlands

20 lond vilja tryggja Hormuzsundið

Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland eru millum londini, sum siga seg vilja stuðla átakinum, sum skal tryggja skipaferðsluna gjøgnum Hormuzsundið

2026-03-21 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri boðaðu seks lond - Stórabretland, Frakland, Týskland, Italia, Niðurlond og Japan - frá, at tey eru til reiðar at stuðla átakinum, sum skal tryggja skipaferðsluna gjøgnum Hormuzsundið, og í gjárkvøldið løgdust fleiri lond afturat.

14 onnur lond - Danmark, Kanada, Suðurkorea, Nýsæland, Lettland, Slovenia, Estland, Noreg, Svøríki, Finnland, Kekkia, Rumenia, Barain, og Litava - siga seg eisini vera til reiðar at hjálpa.

Tað framgongur í felag fráboðan, sum er deild av norska uttanríkismálaráðnum, sambært Ritzau.

Tað er enn ikki greitt, hvussu londini ítøkiligt ætla at tryggja sundið, sum í roynd og veru er stongt í kjalarvørrinum á amerikonsku og ísraelsku álopini á Iran.

Sambært bretska BBC er skipaferðslan gjøgnum sundið minkað umleið 95 prosent í marsmánað.

Les eisini: Vilja tryggja Hormuzsundið og fáa meira olju á marknaðin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder