Uttanlands

62N brynjar seg til framtíðina nú eftirspurningurin veksur

Føroyskar ferðaskrivstovur merkja nógv til vaksandi eftirspurningin, nú ferðavinnan mennist og føroyingar ferðast meira.

2018-10-26 12:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Vaksandi áhugin fyri Føroyum sum ferðamál og støðugt vaksandi eftirspurningurin hjá eitt nú føroyingum at ferðast út í heim til m.a. ráðstevnur og messur, nú sambondini eru so góð, setir stór krøv til føroysku tænastuvinnuna tvs. m.a. ferðaskrivstovur, sum hava til uppgávu at tryggja, at fólk bæði koma væl avstað og heimaftur. Ein av fyritøkunum, sum hevur upplivað henda vaksandi eftirspurningin, er 62N, ið hevur mong ár á baki við hundraðtúsundtals kundum við í sínum hagtølum.

Til tess at ganga vaksandi eftirspurninginum á møti tók 62N nakað herfyri stig til at stovna egna vinnudeild, m.a. tí tørvurin hjá vinnulívsfólki at fara til ráðstevnur og messur er vaksandi. Við at hava sjálvstøðuga deild til at taka sær av hesum vaksandi skara av ferðandi vónar 62N at kunna veita eina skjótari, tryggari og betri tænastu.

Tað er Brian Nielsen, sum hevur fingið til uppgávu at byggja upp vinnupartin hjá 62N, og fyri at síggja og uppliva tørvin og umstøðurnar á egnum kroppi tók hann herfyri stig til at fylgjast við einum ferðalag av føroyskum vinnulívsfólki, ið valdu at fara til oljumessuna ONS í Stavanger. Á henda hátt fekk hann beinleiðis innlit í tær tænastur, sum verða veittar, hvussu tær rigga, og nær og hvar tørvur er á at fremja ábøtur og harvið menna verandi tænastur. Nú fyritøkan eisini útvegar hotelpláss, hvar enn tú ert í heiminum, kann vera gott at síggja, hvussu hesin partur av tænastunum riggar.

“Nú tú er vanur við at avgreiða øll viðurskifti umvegis teldupost ella telefon, so var eisini gott síggja og uppliva, hvussu ein slík ferð hepnast frá tí, at persónur fer úr Føroyum og til hann er heima aftur,” sigur Brian Nielsen, sum heldur tað vera sína fremstu uppgávu at tryggja, at ferðandi altíð kenna seg væl viðfarin og kunnu kenna seg í tryggum hondum, tá tey hava fingið ferðaseðilin sendandi.

Tænastur alt samdøgrið

Brian Nielsen sigur, at 62N tekur sær ikki bara av føroyingum, men at fyritøkan er vorðin so mikið sjónlig og viðurkend, um tú vil - altjóðagjørd - at ferðandi um allan heim brúka hana. Hetta gevur eisini teimum, sum har arbeiða, ein størri horisont, sum er við til at gera fyritøku og tænastur meira altjóða og globalar, tó at nærumhvørvið fyllur mest.

Nú fyritøkan er vorðin so mikið stór er tørvurin á at kunna fáa samband við skrivstovuna eisini tað meiri umráðandi. Fyri fyritøkur kann tað í summum førum vera neyðugt at broyta ferðaseðlar á miðjari nátt, av tí at tann ferðandi er í einum øðrum heimsparti. Uttan mun til hvar kundarnir eru stæddir í heiminum, so svarar telefonin hjá 62N alt samdøgrið.

“Tá er gott kunna svara við tað sama og geva teimum ferðandi eina kenslu av, at tey eru í góðum hondum. Hetta er eisini ein góð kensla at hava hjá okkum, sum jú eisini skulu kjúkla um okkara kundar.

Vit royna at vera tøk alt samdøgrið, um kvøldið og næturnar umvegis telefon, og skapa harvið eina trygd, sum tey ferðandi eru sera fegin um,” sigur ein brosandi og engageraður Brian D. Nielsen.

62N roynir ikki bara at ganga einstøkum ferðandi men eisini bólkum á møti, sum fara til eitt nú ráðstevnur. M.a. hava tey skipað fyri flogferð og hotelli fyri fleiri av føroysku luttakarunum á stóru Arctic Circle ráðstevnuni, sum varð hildin í Reykjavík nú um dagarnar, og har Føroyar luttóku við 25-30 umboðum.

Føroyingar á ONS

At skipa fyri luttøku á ráðstevnum fyllur meira og meira í arbeiðinum á 62N. Tvs. at hetta fevnir bæði um ferðaseðlar og hotelluppihald. Herfyri skipaðu tey fyri føroyskari luttøku á oljumessuni ONS í Stavanger. Tann túrurin hilnaðist sera væl, og luttakandi fyritøkurnar lótu eisini væl at sigur Brian Nielsen.

“Har vóru nógvar fyritøkur og stovnar umboðað á ONS, sum vóru áhugaverdar hjá føroysku luttakarunum at vitja. Hetta bæði fyri at gera vart við, hvørjar veitingar og førleikar, sum eru at finna í Føroyum ella hitta samstarvsfelagar í Noregi, ið fleiri av føroysku fyritøkunum longu í dag veita tænastur til. So nú eru vit so smátt longu farin at hugsa um komandi oljumessu, sum verður í Aberdeen um eitt ár.” 62N hevur áralangar royndir við júst at skipa fyri ferðum og hotelluppihald til stóru oljumessurnar, sum eru annaðhvørt ár í Stavanger og Aberdeen. Men har eru eisini so nógvar aðrar messur, ið føroyingar velja at fara til.

Undan ONS var kjak í Føroyum um, hvørt tað var rætt at avlýsa hesa ráðstevnuna, nú Føroyar høvdu luttikið uttan íhald síðani 1992. Sjálvur heldur Brian Nielsen, at tað gevur eitt skeivt signal til útheimin, at vit ikki luttóku við føroyskum bási í ár.

Tí nú eftir at kreppan í norskari frálandsvinnu er um at hasa av, so sæst eisini, at eftirspurningurin á serútgerð og tøkni

als ikki er minkaður. Hetta var tað hann upplivdi, nú hann sjálvur hevði høvi til at vitja messuna og fylgja føroysku luttakarunum.

“Alt, sum kan vera við til at minka um framleiðslukostnaðin, hevur áhuga, og her meini eg, at føroysku fyritøkurnar eiga ikki at smæðast burtur. Vit hava nógva vitan og serkunnleika koncentreraða í einum relativt lítlum øki. Tí sæst eisini aftur, at fyritøkur bjóða fram loysnir í felag við aðrar fyritøkur. Tað er nakað, ið vit føroyingar duga sera væl. Tá kann tað hava stóran týdning at fara á eina slíka stóra messu sum ONS.”

 

Messupakkar

Skipað verður eisini javnan fyri sonevndum messupakkum í samstarvi við føroysku vinnuaktørunum, so tá verður funnið fram til, um áhugi er fyri teim ymisku messunum.

Annars gera tey eisini messupakkar til allar messur uppá fyrispurning. Tað kann vera alt frá 1-100 ferðandi.

Størsta messan, sum 62N skipar fyri er SEG (Seafood Expo Global) https://www.seafoodexpo.com/global, ið er hvørt ár í Brússel.

Har hava tey so seinastu mongu árini skipað fyri leiguflogfari beinleiðis til Brússel umframt hotelbíleggingar, so allir føroyingarnir hittast og búgva samlaðir.

Hettar gevur eina góða synergi-effekt og leggur samstundis upp til, at undirveitarar til ali- og fiskivinnuna kunnu vera við til at bjóða fram teirra sertænastur til allan heimin.

Eyðsýnt er samstundis, at í summum vinnugreinum eru fyritøkur í beinleiðis kapping, og tí er sera umráðandi fyri 62°N,

at fyritøkur trygt kunnu keypa ferðir og tænastur í trúnaði.

Tí er tagnarskylda galdandi fyri allar partar av 62°N.

Brian Nielsen sigur víðari, at tey hava sett sær fyri at halda eitt høgt tænastustøði, og út frá teim afturmeldingum tey fáa, sær hettar út til at hava hilnast væl.

24/7 døgntænasta er eisini altavgerandi, um tú vil veita munagóða tænastu, tá ferðandi oftani flúgva langt út um landoddarnar, og tíðarmunurin spælir inn.

62N fevnir ikki bert um eina ferðaskrivstovu. Fyritøkan keypti herfyri Hotel Havn, sum eftir tað hevur skift navn til 62N Hotel. Samlaða starvsfólkatalið í fyritøkuni er í dag 40.

At fyritøkan er í menning kemur m.a. til sjóndar júst í hesum døgum, tá tvey nýggj starvsfólk eru byrjað á Vinnudeildini. “Tey skulu vera hjartaliga vælkomin her hjá okkum, og vónandi fara tey at kenna seg væl í hesum annars spennandi umhvørvinum,” sigur Brian Nielsen at enda.

Hóast eingin Westvard Ho ella føroyskt tjald var á ONS í ár, so hugnaðu tey føroysku vitjandi sær kortini á bryggjuni í Stavanger.

Brian D Nielsen frá 62N á oljumessu í Stavanger fyri at fylgja fleiri av kundunum og tænastuni ferðaskrivstovan letur

 

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder