Uttanlands

Ætla at byggja risastóra sjóvindmylnulund í Íslandi

Orkan verður flutt til Bretlands gjøgnum sjókaðalar

2021-05-25 12:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Bretska orkufyritøkan “Hecate Independent Power” hevur ætlanir um at byggja eina risastóra sjóvindmylnulund í Íslandi. Aftanfyri fyritøkuna stendur m.a. Sir Tony Baldry, sum var orkuráðharri í stjórnini hjá Margaret Thatcher.

Framleiddi streymurin  skal flytast til Bretlands gjøgnum langar serútgjørdar sjókaðalar á havbotninum,  skrivar Offshore Engineer. Í verkætlanini, sum hevur fingið heitið “HIP Atlantic”, verður skotið upp at seta upp flótandi og fastar vindmyllur, sum skulu framleiða 10GW.

[object Object] 

Sjókaðalarnir skulu framleiðast  á eini verksmiðju fyri knappar 2 mia. kr. í eini havn í norðureystur Bretlandi.  Samlaði prísurin fyri verkætlanina er 21 mia. bretsk pund og fer at skapa 15.000 arbeiðspláss í Bretlandi og 500 í Íslandi. Tað er amerikanska fyritøkan Hecate Energy LLC, sum arbeiðir við varandi orkuloysnum og bretska Independent Power Corporation PLC, sum eiga felagið HIP skrivar Offshore Engineer m.a.  


Sí grein her: https://www.oedigital.com/news/487843-massive-offshore-wind-farm-in-iceland-planned-for-uk-power-supply?utm_source=AOGDigital-ENews-2021-05-24&utm_medium=email&utm_campaign=OEDigital-ENews

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder