Innanlands

Aftur í nátt fór streymurin

Streymslit í meginøkinum í góðan hálvan tíma í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-20 09:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur ikki gingið betur enn næstbest hjá SEV seinastu dagarnar. Aftur í nátt, stutt fyri klokkan fýra, fór streymurin í meginøkinum.

SEV boðaði tá frá, at tað fór at taka ein tíma at starta alt upp aftur.

Klokkan knapt hálvgun fimm høvdu øll fingið streymin aftur. Orsøkin til streymslitið er ikki staðfest enn.

Tá streymurin í tveimum umførum fríggjadagin eisini fór í øllum meginøkinum vóru byrjunartrupulleikar við nýggju battarískipanini á Sundi, og síðani feilur á Fossáverkinum í Vestmanna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder