Innanlands

Allir flokkar vilja skunda undir grøna orkuskiftið

Samstundis siga umboð fyri allar flokkar seg taka undir við at bora eftir olju í Føroyum

Umboð fyri teir politisku flokkarnar á kjakfundi, sum FNU skipaði fyri í Perluni leygardagin. Mynd Jan Müller

Umboð fyri teir politisku flokkarnar á kjakfundi, sum FNU skipaði fyri í Perluni leygardagin. Mynd Jan Müller

2026-03-16 17:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Perluna til kjaktiltak, sum FNU (Føroyar Náttúru- og umhvørvisfelag)  skipaði fyri leygardagin 14. mars.

Fyrst løgdu Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum og Hákun Djurhuus frá SEV fram um orku í Føroyum.

Súsanna Berg vísti á, at orkutørvurin fer at vaksa næstu árini, og at um ikki meira grøn orka kemur á netið, so økist oljuparturin av føroyskari el-framleiðslu, sum gevur eitt hægri útlát av CO2 per kilowatt-tíma.

Hákun Djurhuus segði eisini, at umráðandi er at fáa meiri vindorku inn á netið. Hann var eisini jaligur um Eysturlund vindorkuætlanina, tí at yvirskotsorkan frá einari slikari lund kann verða keypt av SEV. Hann segði seg verða sinnaðan saman við øðrum at finna eina loysn, so at Havsbrún kann gevast at brenna olju.

Aftaná framløgurnar frá Vinnuhúsinum og SEV var eitt kjakpanel við umboðum úr øllum flokkum. Evnini vóru orka og umhvørvis- og náttúruverja.

Øll vóru samd um, at grøna orkuskiftið eigur at verða framt. Og at forðingar fyri orkuskiftinum eiga at fáast burtur. Eisini var breið semja um, at Føroyar eiga at gera eina lendisætlan fyri alt landið.

At enda vórðu flokkarnir spurdir, um teir kunnu taka undir við at bora eftir olju í Føroyum. Svarið til tað var eitt einmælt ja. Øll floksumboðini søgdu seg kunna taka undir við farið verður at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini.  

Suðuroyartunnilin varð eisini  uppi at venda,  og har vóru tey flestu ímóti samtyktu linjuføringini.

Aftaná eitt gott og livandi kjak var aðalfundur í FNU.

[object Object]

[object Object]



[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder