
Fólk við Skálafjørðin fingu stór eygu, tá tey fríggjakvøldið sóu risastórt fremmant offshoreskip koma inn efir fjørðinum við kós móti Hulki í Sjóvar kommunu. Ørindini hjá skipinum, sum arbeiðir á Rosebank oljuleiðini beint eystan fyri Føroyar, eru at bunkra olju frá nýggja orkufelagnum Krafta Energy. Haraftrat skal skipið eisini skifta part av mannigini. Hetta kemur eisini væl við, nú skipið er komið til lands at kroka.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu kunnu vit lesa, at hetta er størsta skip nakrantíð, sum hevur vitjað Sjóvar havn. Skipið verður liggjandi til týsdagin.
Sama skip vitjaði Tórshavnar havn tvær reisir herfyri. Sum orkan.fo hevur frætt, so eru hesar vitjanir at meta sum ein roynd hjá tí stóra reiðaríinum at royndarprøva Føroyar sum veitingarpláss fyri komandi virksemi í hesum partinum av Norðsjónum, sum eisini verður róptur Atlantsmótið og sum fevnir um økið millum Hetland og Føroyar.
Orkan.fo skilur, at royndirnar higartil at leggja upp í Føroyum og her fáa vørur og tænastur hava nærum bergtikið skipara og manning, sum greitt hava latið reiðaríið vita, at Føroyar eru væl egnaðar sum útgerðarhavn. Sum skilst hevur tað eisini verið eitt ynski frá reiðaríinum at kunna liggja á tryggum stað í Føroyum hesar komandi dagarnar. Og her finst neyvan nakað betri stað enn júst Skálafjørðurin.
At luturin hesaferð fall á havnina á Hulki og ikki havnina í Runavík, sum annars hevur verið oljuútgerðarhavnin til allar boringarnar, sum hava verið við Føroyar, kemst rætt og slætt av, at felagið Krafta Energy hevur bygd stórar oljutangar til nettupp at kunna bunkra stór skip sum hetta. Nú fáa vit so at síggja, um hetta verður byrjanin til framhald av at brúka størri part av Skálafjørðinum til framtíðar olju- og útgerðarhavn. Spurningurin er nú, um hetta kann gerast byrjanin til eitt breitt samstarv millum ymsu kommunurnar við fjørðin í hvussu er tá talan er um framtíðar olju- og offshore virksemi.
Sum orkan.fo hevur skilt, so fer enn eitt frálandsskip, sum arbeiðir á somu leið eystan fyri Føroyar at koma inn á Havnina í vikuskiftinum at kroka. Tað er Deep Explorer, sum veitir kavaratænastur á havbotninum til Deep Energy, ið leggur gassrørleiðing úr Føroyum til Hetlandsleiðirnar.
Hetta mugu sigast at vera góð tíðindi fyri føroyskt vinnulív og eisini góður musikkur í oyrunum á teimum føroysku politikarunum, sum hava ynskt eina oljuvinnu her og at kunna troyta og gera sær dælt av virkseminum hjá oljuvinnuni hinumegin markið eisini.
At gera Føroyar sum útgerðarstøð í Atlantshavi er eitt gamalt ynski. Vit minnast øll slóðbrótarar sum Kjartan Kristiansen, sála, tá hann sum ídnaðarráðgevi var millum teirra, sum fóru á oljuráðstevnur í útlandinum nettupp fyri at marknaðarføra Føroyar sum útgerðarstøð. Og nú Arktis og økini her um leiðir eru vorðin enn meira týdningarmikil eitt nú orsakað av geopolitisku støðuni eins og av veðurlagsbroytingunum, so koma Føroyar at fáa støðugt størri týdning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald